Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
Nógv hevur verið á skránni hja næmingunum í mið- og hádeildini síðstu tíðina. Meðan próvtøkur hava fylt hjá 9. og 10. fl., hava næmingarnir í 4.-8. flokki havt ymiskt annað á skránni.
Í farnu viku varð tímatalvan niðurløgd tórs- og fríggjadag. Tórsdagin varð vitjað í nærumhvørvinum. Í fýra bólkum vitjaðu næmingarnir í kirkjuni, skótahúsinum, hjá Dugna og í gomlu húsunum hjá Petur Mohr hjá Dánjali.
Í kirkjuni greiddi Bergur Stórhamar frá kirkjuni og ymiskum lutum, ið eru at finna í kirkjuni.

Í skótahúsinum greiddi Bergur Jacobsen frá søguni hjá skótaliðnum FLØTT (Froðba, Líðin, Ørðavík, Trongisvágur, Tvøroyri). Saman við soninum Una góvu teir eina góða frágreiðing um skótalívið, og Uni greiddi millum annað eisini frá, tá hann sum skóti var í Australia á altjóða skóta-jamboree.

Vitjað var eisini á Dugna, ið heldur til á Havnalagnum. Har greiddu Eyðstein og Birita væl frá virkseminum og vístu fram ymiskt, ið tey gera og selja har.

Fjórða vitjanin var í gomlu húsunum hjá Petur Mohr hjá Dánjali undir Heygnum. Hesi húsini eru bygd í 1870'unum, og at trína innar er sum at koma eini 100 ár aftur í tíð.

Fríggjadagin fingu okur í skúlanum vitjan útifrá. Tríggir ymiskir fyrilestrar vóru á skránni.
Sára Olsen greiddi frá um optimistjollur og -sigling. Á niðaru myndini síggjast nakrir dugnaligir optimistar, ið væl megna at sigla og stýra síni jollu sjálvir.


Bjarni Hammer, ið hevur íðkað Kickboxing í fleiri ár og eisini verið danskur meistari í Kickboxing, greiddi frá ítróttargreinini og vísti eisini nøkur kynstur. Her er tað Carl Johan, ið sleppur at royna seg.

Rakul Kambskarð og Hjørdis Augustinussen hava eina tíð verið úti í heimi á spennandi ferðum. Báðar hava tær upplivað eina rúgvu. Hjørdis var á ferð við donskum ferðaliði í Asia (Maldivunum, Cambodja, Vietnam og Sri Lanka), og Rakul hevur saman við tveimum vinkonum verið í Uganda við felagsskapinum Try Medics.



Mánadagin var ætlanin, at 4.-8. fl. skuldu fara ein felags túr, men veðrið spældi ikki við. Tískil vórðu ætlanirnar broyttar, og umframt ruddi- og hugnaløtur í flokkunum, varð eisini vitjað hjá NB Consulting, har Nadheem greiddi frá sínum fjølbroytta virksemi.

Týsdagin varð stjørnurenning á skránni. Okur endaðu dagin við vafflum, sum 8. flokkur hevði bakað.

7. flokkur hevði gjørt aðra avtalu týsdag. Tey fóru ein túr við M/S Thorshavn, og tey høvdu tráður við. Væl gekk, og talan varð um rættiligan rokfiskiskap, og okur frætta, at fleiri høvdu fingið fisk til døgurða í gjárkvøldið :-)

Til heimini
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini
- Talvdagur í Trongisvági
- Epladagur í 5. flokki
- Leys størv í Tvøroyrar skúla, skúlaárið 2026-27
- Munnligar próvtøkur, summarið 2026
- Skúladagur á Skálafjalli
- Skrivligar próvtøkur í 9. og 10. fl. 18.-22. mai 2026
- Frá skúlastýrinum: Foreldrasáttmáli um snildtelefon
- Ávaring/áheitan í samband við smishing-álop
- Skúlastýrið: Felags foreldrafundur ónskvøldið 22. apríl 2026
- Ársins várkapping í hádeild (7.-9.fl.)
- Fráboðan um lús