Talvdagur í Trongisvági
Suðuroyar Talvfelag er eitt virkið felag, og herfyri vitjaðu tveir av limunum í Trongisvági, har talv yvirtók tímatalvuna hjá innskúlingini.
Fríði Stenberg Olsen, formaður í Suðuroyar Talvfelagi, og Eyðun Nolsøe, ið eisini er virkin telvari og fyrrverandi føroyameistari, undirvístu fyrst eina løtu á stórskíggja. Næmingarnir sluppu so upp í leikin, og í øllum floksstovum stóðu talv og bíðaðu teimum. Flestu dámdu sera væl, og royndu telvararnir báðir hildu seg heldur ikki aftur, tá onkur næmingur bjóðaði av.
Eyðun og Fríði telvaðu eisini móti hvør øðrum - á stórskíggja. Her sluppu næmingarnir eisini við at gita og koma við uppskotum um næsta leik. Hetta var sera spennandi!
Eyðun Nolsøe er - umframt kendur telvari - eisini kendur tónleikari, og sjálvandi vóru stundir eisini til, at hann sang nakrar sangir fyri og saman við næmingunum. Innskúlingin hevur vant Mítt Land eina tíð, so tá tónarnir til tann sangin ljóðaðu, hoyrdist fittu barnarøddirnar eyka væl.
Til heimini
- Talvdagur í Trongisvági
- Epladagur í 5. flokki
- Leys størv í Tvøroyrar skúla, skúlaárið 2026-27
- Munnligar próvtøkur, summarið 2026
- Skúladagur á Skálafjalli
- Skrivligar próvtøkur í 9. og 10. fl. 18.-22. mai 2026
- Frá skúlastýrinum: Foreldrasáttmáli um snildtelefon
- Ávaring/áheitan í samband við smishing-álop
- Skúlastýrið: Felags foreldrafundur ónskvøldið 22. apríl 2026
- Ársins várkapping í hádeild (7.-9.fl.)
- Fráboðan um lús
- Valfepur í Trongisvági
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa