Møtir næmingur ikki í skúla, er tað sera umráðandi, at foreldur/verji geva flokslæraranum boð. Boð skulu gevast flokslæraranum, tá næmingurin kemur í skúla aftur. Hetta kann gerast við SMS ella við at ringja.
Flokslærarin kann geva næmingi frí í 2 dagar. Skal næmingur hava frí í meira enn 2 dagar, skal leiðslan geva loyvi til tess.
Er næmingur burtur vegna sjúku í meira enn 2 vikur, kann skúlin krevja læknaváttan fyri fráveruna. (Samb. Fólkaskúlalógina §45,stk.2)
Fráveruprotokoll verður førd hvønn morgun, og skal næmingur, ið møtir ov seint, skrásetast.
Næmingar í 6.-10 flokk kunnu fáa uppgerð um uppmøting á ummælisblaðið.
2.Foreldrafundir, felagstiltøk fyri næmingar í skúlatíð, seturskúli og starvsvenjing.
Foreldrafundir: Skúlin skipar fyri 3 foreldrafundum um árið, einum felags foreldrafundi og tveimum viðtalufundum. Flokslærarin/flokstoymið kann eisini skipa soleiðis fyri, at tann eini viðtalufundurin verður skipaður soleiðis, at foreldur fáa møguleika at boða frá luttøku. Felagsforeldrafundirnir skulu haldast eftir kl.17.30 gerandisdagar.
Felags tiltøk: Trivnaðarætlan skúlans leggur upp til, at skipað verður fyri felags tiltøkum fyri næmingum í skúlatíð. Kunnað verður um hesi tiltøk á heimasíðu skúlans.
Seturskúli: Í 1.flokki verður støða tikin til, um flokkurin skal stovna eina flokskonto og spara pening saman til seturskúla. Foreldraumboðini í flokkinum skipa fyri hesum.
Tveir lærarar eru við á ferðini, helst ein av hvørjum kyni. Um hetta ikki letur seg gera, er møguleiki fyri, at onkur annar uttan fyri skúlan fer við.
Seturskúlin er í seinnu hálvu í 8.flokki.
Lærarar, næmingar og foreldur gera av, hvar farið verður í seturskúla.
Møguleiki er at søkja um stuðul frá Nordplus.
Starvsvenjing : Leiðarin av starvsvenjingini – saman við næmingum og foreldrum – skipar fyri starvsvenjingini.
Meginreglur fyri samstarv millum skúla og heim
1 felagsforeldrafund í flokkinum, sum skal vera áðrenn 15. septembur. Um trupulleikar eru í flokkinum, so kallar flokslærarin sjálvandi inn til fund eftir tørvi.
2 foreldraviðtalur, har foreldur møta til viðtalu. Næmingurin er við til fyrru viðtaluna. Fyrra viðtalan skal vera í okt. og seinna í feb.
Foreldur skulu kunnast um ársætlanina til 1. foreldraviðtaluna.
Toymisætlan fyri hvønn flokk liggur á heimasíðu floksins.
Skúlating og boð verða givin umvegis floksheimasíðuna fyri 1 viku í senn.
3 foreldraumboð verða vald fyri hvønn flokk. Handbók fyri foreldur skal vera tøk og skal nýtast av øllum foreldraumboðum.
Skúlastýrið skipar fyri 1 felags foreldrafundi í januar.
Tá felags foreldrafundir hava verið, skipar skúlastýrið fyri fundi við øll foreldraumboð, har kunnað verður um væntanir, samstarv, arbeiðslag og mannagongdir.
Meginreglur fyri fráboðan um úrtøku næminganna av undirvísingini
Á 2 viðtalum, har lærarar kunna um fakliga støði og arbeiðslag.
Flokslærarin kunnar um, hvussu næmingurin klárar seg sosialt.
Ummælisbók frá 6. flokki 2 ferðir um árið.
Hvørjar royndir verður talmet givið fyri Her má vera ein púra greiður, felags lesitur, sum allir lærarar ganga eftir. Tað má ikki verða tilvildarligt, tí tað skapar ótryggleika millum næmingar og foreldur.
4. og 6. flokkur eru til landsroynd. Heimini verða kunnaði um úrslitið hjá teirra næmingi. Nær og hvussu
Toymið hjá flokkinum ger felags reglur galdandi fyri flokkin, sum arbeitt verður eftir. Kunnað verður um reglurnar á heimasíðu floksins.
Lærarar skipa fyri, at næmingar seta sær faklig og sosial mál við skúlaársbyrjan. Hesi verða umrødd til foreldra/næminga viðtaluna.
Um trupulleikar eru, so skulu hesir takast upp sum skjótast á røttum stað. Tað er bæði galdandi fyri lærarar og foreldur.
Næmingar, sum fáa tilboð um serligt undirvísingarátak, hava skrivliga váttan við frá heiminum.
Mannagongdir um frítøku fyri næming – sí heimasíðu skúlans!
Foreldur skulu boða skrivliga frá, um børnini hava verið sjúk.