Tvøroyrar- og Trongisvágs skúli
Venjingar og mannagongdir, um eldur kemur í
Venjingar:
Í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla verður skipað fyri innanhýsis brandvenjingum um mánaðarskiftið august/september.
Í Tvøroyrar skúla verður í januar skipað fyri brandvenjing saman við sløkkiliðnum, meðan brandvenjingin í Trongisvágs skúla saman við sløkkiliðnum verður í november.
Um eldur kemur í, verður borið soleiðis at í báðum skúlunum:
Ring altíð fyrst 112 og fá næmingarnar út.
Trýst síðani á eldávaringarknøtt.
Starvsfólkini, á hvørjari stovu sær, skipa fyri at fáa øll børnini út skjótasta og nærmasta veg. Protokollin skal við út.
Tvøroyrar skúli.
Um eldur kemur í, verður borið soleiðis at:
Ring altíð fyrst 112 og fá næmingarnar út.
Trýst síðani á eldávaringarknøttin uttan fyri lærarastovuna, í ganginum á miðhædd í Gamla skúla ella í ganginum uttan fyri køkshølið í Nýggja skúla.
Starvsfólkini, á hvørjari stovu sær, skipa fyri at fáa øll børnini út skjótasta og nærmasta veg. Protokollin skal við út.
• Øll samlast soleiðis: Tey, sum hava skúlastovu í nýggja skúla, samlast í nýggja skúlagarði. Tey, sum hava skúlastovu í Gamla skúla, samlast í gamla skúlagarði ella nýggja skúlagarði, alt eftir, hvussu umstøðurnar eru. Verður farið út í gamla skúlagarð, so skulu næmingar fara beinleiðis út í nýggja skúlagarð, um umstøðurnar eru til tað. Hjástaddu lærararnir taka støðu.
Vísir tað seg, at næmingar og lærarar eru staddir ymsastaðni, so skulu lærararnir seta seg í samband við leiðslupersón, sum so syrgir fyri, at tey boðini verða givin trygdarumboði ella sløkkiliðnum.
Um umstøðurnar eru soleiðis, at ikki ber til at fara út í nýggja skúlagarð, so verður farið niðan á vegin omanfyri skúlan.
Uppteljingarøkið í nýggja skúlagarði verður merkt við gulari striku.
• Á samlingarstaðnum telur lærarin, um allir næmingarnir, sambart protokolluni, eru komnir út.
• Starvsfólkini boða leiðarunum ella trygdarumboðnum frá, um øll eru komin út. Leiðararnir og trygdarumboðini eru í grønum, merktum vesti.
• Leiðarin ella trygdarumboðið tekur ímóti sløkkiliðnum, gevur teimum boð um, um øll eru komin út,
• ........so tekur sløkkiliðið yvir.
Leiðararnir og trygdarumboðini taka síðani støðu til, hvat síðani verður gjørt.......
Trongisvágs skúli
· Ring altíð fyrst 112 og fá næmingarnar út
· Trýst síðani á eldávaringarknøtt.
· Starvsfólkini í hvørjari stovu skipa fyri at fáa øll børnini út skjótasta og nærmasta veg. Protokollin skal takast við út.
· Øll samlast soleiðis:
Er hann sunnan í ættini, samlast øll niðan fyri skúlan; niðast á parkeringsplássinum har hvítur krossur er frámerkið.
Er hann norðan í ættini, samlast øll uppi á spæliplássinum har hvítur krossur er frámerkið.
· Á samlingsstaðnum telur lærarin, um allir næmingarnir, sambært protokollini, eru komnir út.
· Starvsfólkini boða trygdarumboðnum ella leiðaranum frá, um øll eru komin út.
Leiðararnir og trygdarumboðini eru í grønum, merktum vesti.
· Trygdarumboðið ella leiðarin tekur ímóti sløkkiliðnum og gevur teimum boð, um øll eru komin út.
· ................so tekur sløkkiliðið yvir.
Leiðararnir og trygdarumboðini taka síðani støðu til, hvat síðani verður gjørt.......
nov. 2024