Summir næmingar velja at fara í 10. flokk, meðan aðrir velja at fara á eftir- ella háskúla. Summir fara beinleiðis á miðnámsskúla, summir í læru, meðan aðrir fara at royna seg á arbeiðsmarknaðinum í eitt ár ella longri. Óansæð hvat ein hevur hug til, so er tað týdningarmikið, at ein ger sær nakrar tankar, tá fólkaskúlatíðin er við at vera av.
(Freistir og aðrar upplýsingar niðanfyri eru skrivaðar í februar 2021)
MIÐNÁMSSKÚLAR
Felags umsóknarblað til allar miðnámsskúlar í Føroyum:
Heilsuskúli Føroya bjóðar tær at læra til heilsuhjálpara (yrkisrættað miðnám). Upptøka er 2 ferð árliga. Heilsuskúli Føroya bjóðar eisini útbúgving til námsfrøðihjálpara. Sí meira: http://www.heilsuskulin.fo
Glasir bjóðar gymnasialt miðnám (búskaðar-, fyrireikingar-, hug- og náttúrubreyt) og yrkisrættað nám (fyrireikingarár til miðnám, ser-, bil-, El-, hár-, timbur- og metallbreyt, klædnaatstøði, FHS yrkisnám, skrivstovuútbúgving við grein innan fyrisiting, tilvirkisatstøði, útbúgving innan heilsølu og smásølu) - umframt hægri nám! Sí meira: https://www.glasir.fo/
Tekniski skúlin í Klaksvík bjóðar gymnasiala tøknibreyt og yrkisnám (elektrikari, maskinsmiður, snikkari, timburmaður), matvøruútbúgving og serbreyt. Sí meira her: http://tsk.fo/forsida.html Harumframt húsast Klaksvíkar HF-skeið eisini á Tekniska skúla í Klaksvík. Sí meira her: http://kambsdalur.fo/klaksviksvikar-hf-skeid/
Miðnám í Vestmanna bjóðar eina tilfeingisbreyt, ið gevur almennan lestrarførleikat il hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar. Sí meira her: http://www.fiskvest.fo
Miðnám á Kambsdali bjóðar gymnasialt miðnám (búskapar-, fyrireikingar-, hugbreyt-, náttúrubreyt og norðuratlantiskan miðnámsskúlaflokk (sí meira niðanfyri)) og yrkis miðnám (FHS yrkisnám). Sí meira her: http://www.kambsdalur.fo
Nú ber eisini til at taka eina norðuratlantiska miðnámsútbúgving: