(9. flokkur fer í starvsvenjing 26 september til 7. oktober 2022)
STARVSVENJING Í 9. OG 10. FLOKKUNUM
Allir næmingar í 9. og 10. flokkunum sleppa tvær vikur árliga í starvsvenjing. Nógvir eru møguleikarnir, men samstundis eru eisini nakrar avmarkingar, tí starvsvenjingin er bara tvær vikur (tó kunnu undantøk gevast, um ein eitt nú fer við onkrum skipi).
Tá næmingar skulu velja starvsvenjingarpláss, fáa teir eitt skjal útflýggjað, har teir verða bidnir at raðfesta 3 ymisk starvsvenjingarstørv/øki.
Um farið verður í starvsvenjing aðrastaðni enn í Suðuroynni, betalir skúlin ferðina norður (mána- ella sunnudag x2). Skúlin kann tíverri ikki átaka sær at finna innivist, so hetta mugu næmingar sjálvir taka sær av.
Minst til, at tað ikki altíð ber til at sleppa júst har, ein ynskir, men okur royna sjálvsagt okra besta í øllum førum.
Næmingur fær boð skjótast gjørligt, hvar hann ella hon sleppur í starvsvenjing.
Allir næmingar eru tryggjaðir, tá teir fara í starvsvenjing!
Hóast summi starvsvenjingarpláss geva eina samsýning, er hetta ikki álagt teimum, so tað er ymiskt, hvat - um nakað - verður givið!
Tørvar tær íblástur? Møguleikarnir eru sera nógvir í tali. Tað er sjálvandi gott, men tað ger kanska eisini, at valið er truplari at taka. Skúlavegleiðarin tosar við næmingarnar, áðrenn teir velja starvsvenjingarstað, men tað er sjálvandi eisini gott, um heimið eisini tosar um hetta. Í "Myndir" her undir Skúlavegleiðingini ber til at síggja myndir, ið kanska geva íblástur. Setið tykum endiliga í samband við skúlavegleiðaran, um tykur hava ivamál!