Skúlin skal altíð hava ein sorgarbólk. Sorgarbólkurin skal mannast soleiðis : Skúlastjórin, varaskúlastjórin, deildarleiðarin og eitt umboð fyri lærararnar, sum leiðslan útnevnir. Skúlaárið 2019 / 2020 hevur leiðslan útnevnt Otto Gram sum umboð læraranna i sorgarbólkinum.
Skúlin skal vísa samkenslu og virðing við at:
Vinda merkið á stong
Møguliga steðga skúlagongd
Skipa fyri minningarløtu
Deyðsboð:
Við deyðsfráboðan verður staðiliga mælt til, at tey avvarðandi geva boðini
Skal skúlin geva deyðsboðini, er av størsta týdningi, at fl. lær. (góður starvsfel.) er til staðar
Áðrenn deyðsboð verða givin næmingum, má skúlin / flokslærarin
Finna eitt friðarligt stað
Fáa barnið at sita niðri
Spakuliga fyrireika barnið til tey tungu boðini
Greitt siga barninum, hvønn tað snýr seg um
Fylgja barninum heim.
Hjálp til barnið:
Skúlin hevur ábyrgd av, at tiltøk verða sett í verk fyri at hjálpa barninum.
Er neyðugt, at toymið er um flokkin, og tískil broyting í tímatalvuni krevst, eigur hetta at lata seg gera.
Skúlin/ fl. lær skal útvega tilboð um sálarfrøðisliga hjálp til næm.
Skúlin eigur at gera toymið vart við møgulig versnandi bindindi hjá næm.
Um høvi býðst, skal fl. lær. geva næm. møguleika at koma í sjálvhjálparbólk.
Barn missir foreldur/systkin/vin
Fyrsta tiltak (1. – 5 dagin )
Flokslær. ( og onkur annar ) vitjar heimið og kunnar seg um tilburðin .
Flokslærarin kunnar starvsfelagar .
Flokslær. mælir floksfeløgum til at spæla sum vanligt við barnið, eisini nú.
Flokslærari ( og helst floksfel. ) er / eru við til jarðarferðina og ervið.
Tiltøk í skúlastovununi :
Lesa onkra bók saman í flokkinum, ið veðger evnið “ deyðan “ .
Prestur vitjar – flokkurin fyrireikar spurn. til prest.
Fl. hevur eina minnisstund um tann deyða – myndir, yndistónleik, lut, ið fortelur um tann deyða.
Sorgarbeiði frameftir:
Vitja kirkjugarðin á føðingar – ella deyðsdegi ( møg. hava blómur við ).
Til ber annars at fara til minningarhaldið 1. nov.
Flokslær. ella onnur hava samrøður við næm. eftir tørvi.
Seinni í skúlatíðini ( um tørvur er ) ber væl til at taka evnið “ sorg “uppaftur í flokkinum.
Starvsfelagi doyr
Fyrsta tiltak:
Merkið vundið á hálva stong .
Leiðslan kunnar seg um tilburin og ber starvsfeløgunum tíðindi.
Flokstoymið, saman við leiðsluni, kunnar fl. – møg.eina prátiløtu saman.
Skúlagongdin steðgar. Áðrenn næm. verða sendir heim, tryggjar fl. lær. sær, at vitjað verður í heiminum, starvsfelagar bjóða fram sín stuðul.
Dagin eftir skipar skúlin fyri minningarhaldi, har prestur luttekur.
Eftir minningarhaldið fara næm. í fl. hølini við fl. lær. til tíma / prátiløtu, áðrenn farið verður heim.
Næm. hava møguleika at fylgja og leggja blómur á.
Tiltøk í skúlastovuni:
Toymið skipar fyri práti – og minnisløtu í skúlastovuni.
Flokkurin kann skriva minningarorð um tann deyða. Hesi kunnu verða kunngjørd.
Evnisarbeiði um sorg.
Seinni kann flokkurin vitja á grøvini.
Tiltøk á lærarastovuni:
Skipað verður fyri minniskvøldi, har møguleiki verður at hugleiða um tann deyða við eitt nú myndum. Hjúnarfelagin hjá tí farna kann luttaka, um orka er til tess.
Vitjað verður av og á heima hjá tí eftirsitandi.
Skúlin skipar fyri, at minningarorð verða skrivað.
Starvsfelagi missir
Bólkurin mælir leiðsluni til:
At leiðslan setir seg inn í støðuna hjá starvs felaganum og syrgir fyri, at hann verður sjúkrameldaður, um starvsfelagin hevur hetta fyri neyðini.
At starvsfelagin fær tilboð um sálarfrøðisliga hjálp.
At møguleiki er at fara heim teir dagar, tá tað gerst av trupult at undirvísa.
At leiðslan / toymið kunnar flokkin um støðuna.
Bólkurin mælir starvsfeløguunm til:
At vitja verður í heiminum hjá tí rakta – ikki bert ta fyrstu tíðina.
At geva eina hjálpandi hond, um hetta er neyðugt.
At starvsfelagar standa sum eitt “trygdarnet “ viðvíkjandi undirvísing.
Næmimgur doyr
Fyrsta tiltak:
Merkið vundið á hálva stong.
Flokslærarin kunnar seg um tilburðin.
Í samband við vanlukkur :
A ( Fl. . lærarin vitjar vanlukkustaðið
B ( Fl. lær. greiðir flokkinum frá hendingini, og skúlans leiðsla er eisini til staðar.
Tímatalvan verður broytt soleiðis, at fl. lær. / toymið kann vera um flokkin.
Flokslær. skipar fyri eini prátuløtu í flokkinum, har ljós verður tendrað á plássinum hjá tí deyða.
Áðrenn næm. verða sendir heim, tryggjar fl. lær. sær, at onkur, ið veit um støðuna er heima og tekur ímóti teimum.
Skrivliga verður boðað heiminum frá, nær minningarhaldið verður. Foreldur kunnu luttaka um tey hava hug.
Dagin eftir deyðsfallið er minningarhald í skúlanum, leiðsla og prestur skipa fyri.
Eftir minningarhaldið fara næm. í fl. hølini við fl. lær. sínum til tíma / prátiløtu, áðrenn farið verður heim.
Til minningarhaldið skulu floksfelagar hava møg. at syngja ein sang ella bera okkurt fram.
Flokkurin og flokslærarin / toymið er við til jarðarferðina og ervið.
Tiltøk í skúlastovuni:
Seta mynd av tí deyða á borðið har hann / hon sat .Myndin kann verða standandi á borðinum ella hongd á veggin skúlaárið út.
Ta fyrstu tíðina setir fl. lær. tíð av ( 15 min.) hvønn dag soleiðis, at floksfelagar kunnu bera fram minnir og hugleiðingar.
Hetta kann gerast skrivliga og / ella munnliga.
Skriva brøv ella tekna myndir at senda heim til foreldrini ( um foreldrini ynskja hetta ).
Skriva samkenslubrøv / bók.
Skriva minningarorð, ið møguliga verða sett í bløðini.
Sorgarbeiðið frameftir:
Ljós verður tendrað á føðingardegnum hjá tí deyða.
Flokkurin, saman við flokslærara, vitjar á føðingar – ella deyðsdegi hjá tí deyða. Hetta kann eisini gerast onkran góðveðursdag.
Prestur vitjar í flokkinum í samband við evnisdag / viku.
Teir lærarar, ið eru um flokkin, mugu vísa tolsemi, fyrilit og umhugsni.