Skúlamenningin hevur sum aðalmál í besta samstarvi við allar partar at gera skúlan til ein enn betri skúla, ein dagførdan skúla í mun til tíðarinnar krøv, samfelagsins væntanir og karmar.
Vit skulu byggja á verandi, vælvirkandi skipanir, menningin skal spretta úr gerandisdegnum, frá teimum góðu og dyggu frálærustøðunum í floksstovuni, har allir partar samstarva og vísa livandi áhuga.
Spurningurin um dygd kann skjótt gerast ein spurningur um at náa á okkurt sett mál. Um einhvør menningarpartur skal setast upp í skrivlig mál, skrivligar virkisætlanir og skrivligar eftirmetingar, sum so aftur geva grundarlag fyri nýggjum skrivligum málum, so drepa vit allan spontanitet og nýta læraraorkuna til at gera pappírsstakkar, í staðin fyri at skapa rúm fyri kreativari læring og trivnaði. Men partvíst er tað neyðugt, men alt við máta. Tað er týdningarmikið at skapa trúnna á, at vit vilja umboða tær felags hugsjónir og tey felags virði og mál, sum vit nú í felag seta okkum.
Vit skulu geva hvør øðrum íblástur i dagligu undirvísingini. Vit skulu venja okkum til at síggja ymsar møguleikar, hava eygu og oyru opin fyri, hvussu onnur, burturi og heima, undirvísa.
Námsfrøðiligi bókamarknaðurin og skeiðstilboðini yðja av hættum, frymlum og skipanum, sum skulu tryggja ta námsfrøðiligu menningina í fólkaskúlanum. Skúlamenningin verður kortini ikki tryggjað við alskyns myndlum einsamøllum, men við opið og frísinnað at grunda menningina á holt samstarv lærara millum og umfataðu áhugabólkarnar í skúlaskipanini, breiðum undirvísingartilboðum, fjølbroyttum undirvísingarhættum og ikki minst skapandi arbeiðslagnum hjá einstaka læraranum.
Fjølbroyttir undirvísingarhættir
Í stóran mun verða siðbundnir undirvísingarhættir brúktir. Hóast ymsir frálæruhættir verða nýttir, so sum tvørgreinalig, evniskunnandi frálæra, verkætlanararbeiði osfr., so verður undirvísingin ofta í ov stóran mun lagað eftir miðalnæminginum, meðan endarnir ytst báðumegin kanska ikki fáa nóg nøktandi avbjóðingar.
Mál
Skapa virkishug, forvitni og upplivingar. Til tess at hava allar partar í undirvísingartilgongdini livandi áhugaðar, er týdningarmikið við fjølbroyttum, skiftandi undirvísingarhættum. Sambært fólkaskúlalógini skal frálæran vera einstaklinga næmingalagað, evniskunnandi, tvørgreinalig, røkka um floksmørk o.a.
Toymið leggur ætlan og annað, sum verður sett í ársætlanina og dagførd sambært hesi
Leggja fasta skipan, hvørjum undirvísingarhættum arbeiðast skal við i ymsu undirvísingarevnunum gjøgnum árið. Toymini leggja ætlanir í størsta mun saman við næmingunum.
Í ársætlanini eiga at vera ymsir frálæruhættir, so sum
evniskunnandi undirvísing
verkætlanararbeiði í øllum flokkum frá 6. til og við 10. flokki.
verkstaðarundirvísing frá 1. til og við 5. flokki
tvørgreinalig undirvísing
einstaklinga lesiætlanir gerast í størri mun enn nú
samstarva flokka millum um lærugreinar/tímar
toymini kunnu ynskja paralelltímar í tímatalvuna í góðari tíð
evnisdagar leggjast, og valda evnið í ymsu flokkunum setast í ársætlanina
Átøkini eiga at verða eftirmett tvær reisur um árið. Eina fyribils eftirmeting í nov/des og eina víðfevnda í mai.
Ábyrgdarøki
Áhugin fyri sínum arbeiði
Áhugi fyri arbeiðinum er við at skapa arbeiðsgleði, fyritakssemi og eina kenslu av at verða ein partur av arbeiðinum.
Hetta krevur, at
vit kenna yvirskipaða endamálið
vit hava fakliga vitan og evni
vit hava ávirkan og ábyrgd
vit samarbeiða – eisini millum ymsar lærugreinar
Menning
Hvør einstakur, leiðsla og øll onnur á arbeiðsplássinum eru tilvitað um, at menning er ein av hornasteinunum undir skúlanum.
Hetta merkir, at
vit lurta og brúka góð hugskot frá starvsfeløgunum
smáar verkætlanir o.t. eru ein partur av gerandisdegnum.
Lærarasamstarv
Við at samstarva kunnu lærarar stuðla og hjálpa hvør øðrum at leggja undirvísingina til rættis.
Samstarv er neyðugt fyri at fáa sum mest burtur úr tí tilfeingi, skúlin hevur til taks.
Tað krevur vilja og opið sinni at finna loysnir, sum tey flestu kunnu taka undir við, men gott samstarv er dyggur stuðul í dagliga arbeiðnum í skúlanum, og tað er við til at menna skúlan og gera hann føran fyri at átaka sær stórar og krevjandi uppgávur.
Samstarvið má miða ímóti at greiða arbeiðs- og ábyrgdarbýtið í undirvísingini og at leggja alt til rættis, so at sum best fæst burturúr.
Samstarv millum tveir ella fleiri lærarar kann gera undirvísingina fjølbroytta, og gott samstarv í einum lærarabólki kann vera góður stuðul hjá óroyndum lærarum og lynna undir eina dygga undirvísing.
Fólkaskúlalógin leggur stóran dent á lærarasamstarv, og at undirvísingin og arbeiðið annars á skúlanum verður ráðlagt í felag.
Sum er, fer samstarv og ráðlegging millum lærarar fram í toymum, í lærugreinabólkum, í vanligum samskifti millum lærarar um undirvísingarlig evni og á ymsum øðrum samstarvsfundum. Eisini verða ymisk størri innanhýsis evni viðgjørd á námsfrøðiligum døgum.
Ábyrgdarøki
Sínámillum álit
Sínámillum álit er treytað av einum opnum og sonnum dialogi, sum sprettur úr jaligum hugsanarhátti.
Hetta krevur, at
vit skipa arbeiði og ábyrgd
vit ikki hava óneyðugt eftirlit
vit halda avtalur
Stuttleiki og hugni í gerandisdegnum
Stuttleiki og hugni til dagligt ger, at andin og mentanin í skúlanum ber dám av trivnaði og felagsskapi.
Hetta merkir, at
vit kennast við starvsfelagan og arbeiðsplássið
tað er høgt til loftið og vítt til veggja
vit vísa gamanslyndi (humor)
Ábyrgdarkensla
Ábyrgdarkenslan er eitt av eyðkennunum av samskifti okkara millum.
Hetta merkir, at
vit liva upp til tey mál, sum eru sett
at vit menna okkum á allan hátt
farið verður væl um skúlans ognir
vit leggja okkum í geyma, hvussu hvør einstakur starvsfelagi trívist
vit eru trúgv móti okkum sjálvum og egnari samvitsku
TOYMISSAMSTARV
Mál:
at toymissamstarvið sum heild fæst at virka betur
meira samstarv tvørtur um flokkar og floksstig
annað samstarv enn tað tvungna námsfrøðiliga
toymini føra dagbók, har avtalur og niðurstøður verða niðurskrivaðar
toymini hava fund eftir tørvi
hvørt fjórðingsár verður ein toymisfundur nýttur til kjakfund millum toymini á einum floksstigi ella undirvísingarparti
hava toymisfund tvær ferðir um árið, har fleiri toymi í skúlanum kjakast um eitthvørt evni
leiðslan hevur fund við øll toymini hvørt sær
átøkini eiga at verða eftirmett tvær reisur um árið