Leiðslan í Tvøroyrar skúla arbeiðir miðvíst fyri at betra um umstøðurnar, so næmingar, foreldur og lærarar, trygt kunnu ferðast til og frá skúlanum.
Vit meta tað vera umráðandi og neyðugt, við breiðum samstarvi um trygdina hjá okkum øllum, sum hava okkara dagligu gongd við og í Tvøroyrar og Trongisvágs skúla.
Eitt samstarv, har foreldur (skúlastýrið), politi og kommuna eru samstarvspartar, er tí ynskiligt/neyðugt.
Vit mæla til, at virkisætlanin fyri ferðsluviðurskiftini hjá Tvøroyrar og Trongisvágs skúla verður endurskoðað 3. hvørt ár.
Í Tvøroyrar skúla ganga í ár 148 næmingar í 5. -10. Fl.(skúlaárið 2017-18)
Í Trongisvágs skúla ganga 97 næmingar í 1.-4 fl. (skúlaárið 2017-18).
Flestu næmingar búgva í Tvøroyrar kommunu, men vit hava eisini næmingar, sum búgva í Hvalba, Fámjin og í Hovi.
Allir næmingar og lærarar, sum skipa fyri onkrum uttan fyri skúlans øki í arbeiðstíðini, skulu vera í vesti.
Evni
Hendingagongd
Ábyrgd
Eggja næmingum til at ganga
ella súkkla í skúla
Tað er hugburður skúlans, at tað er týdningarmikið fyri børnini, at tey læra at ferðast í ferðsluni saman við foreldrunum. Tað gevur nøkur betri ferðandi og minni ruðuleika og størri tryggleika fyri øll.
Evnið verður sett á skránna fyri foreldrafundir í innskúlingini, har kunnað verður um, hvussu týdningarmikið er, at børnini læra at ferðast einsamøll.
Skúlaleiðslan og foreldur
Flokslærarar
Á súkklu í skúla
Tvøroyrar skúli fylgir tilmælunum frá Ráðnum fyri ferðslutrygd, at børnini skulu hava vant vegin í skúla fleiri ferðir saman við foreldrunum, áðrenn tey fara sjálvi.
Foreldrini
Súkkluhjálmar
Okkara politikkur er, at tey nýta súkkluhjálmarnar.
Skúlaleiðslan og foreldrin
Súkkluparkering
Skúlin hevur økir í Trongisvági og á Tvøroyri har súkklurnar skulu standa í skúlatíðini.
Foreldrini, næmingarnir og leiðslan
Súkklutúr í skúlatíðini:
Áðrenn túrurin byrjar, skulu næmingarnir kunnast um, hvussu súkklað verður, tá vit eru fleiri saman á ferð. (tá vit eru í einum størri hópi)
Súkklurnar skulu vera í góðum standi. Hetta er ábyrgd hjá foreldrunum.
Tá súkklað verður, skal altíð ein lærari skipa fyri.
Súkklað verður í rekkju sambært avtalu.
Haldið frástøðu, gevið týðulig tekin. Steðgið við vegamót. Tak ikki fyri givið, at tann, sum súkklar frammanfyri teg, hevur sæð allar vandar. Hygg sjálvur.
Øll skulu nýta súkkluhjálm.
Foreldur
Lærarar
Á túri
Flokkarnir verða annars kunnaðir um, at øll hava ábyrgd fyri sær sjálvum og hinum, tá ið teir eru á túri.
Áðrenn farið verður, verða børnini kunnaði um møgulig serlig støð ella viðurskifti í ferðsluni, sum tey skulu vera varug við.
Tá ið flokkarnir eru úti í ferðsluni, verður kravt, at tey nýta vestarnar.
Flokslærari og ábyrgdari av túrinum
Undirvísing
Fyri at okkaranæmingarskulugerast tryggir og ábyrgdarfullir í ferðsluni, leggjavitokkumeftir, at teirfáaeinaverkliga og ítøkiligaferðsluundirvísing í skúlanum.
Evni
Hendingagongd
Ábyrgd
Ferðsluundirvísing í skúlanum.
Skúlin fylgir Námsætlanini fyri "Ferðslulæru", sum er kravt undirvísingarevni í fólkaskúlanum.