Allir flokkar skúlans hava fríkorter oman fyri skúlan.
Allir flokkar skúlans hava inniloyvi undir ábyrgd, tá illveður er. Hurðarnar skulu standa opnar í fríkorterunum.
Lærari, ið hevur flokkin, syrgir fyri, at flokkurin kemur út í skúlahøllina, tá fríkorter er.
Um mett verður, at flokkur ikki fer væl um skúlastovuna, kann inniloyvið verða tikið aftur. Tað eru flokslærararnir ella skúlans leiðsla, ið tekur avgerð í samband við inniloyvið.
Næmingar hava ikki loyvi at fara út um skúlans øki.