Næmingum er loyvt, undir egnari ábyrgd, at hava fartelefonir o.a. elektronikk við í skúla.
Tað er ikki loyvt at brúka fartelefon og annan elektronikk í skúlatíðini, hvørki í tímum ella fríkorterum.
Fartelefonirnar verða savnaðar inn í 1. tíma og givnar næmingunum aftur, tá teir fara heim.
Um brot verður framt á punkt 2, verður telefonin tikin inn og latin leiðslu skúlans. Telefonin kann fáast aftur dagin eftir, at hon er tikin inn. Foreldur ella verji skulu avheinta telefonina í skrivstovutíð skúlans.
Skúlin tekur ikki ábyrgd av, um telefonirnar fáa skaða.
Í samband við undirvísing kunnu næmingar og lærarar gera avtalu um brúk av fartelefonum o.ø. elektronikki.