Frá skúlastýrinum: Foreldrasáttmáli um snildtelefon
Foreldrasáttmáli um snildtelefon
Kunning frá skúlastýrinum:
Á felags foreldrafundi tann 22/4-26 varð eitt nýtt átak hjá skúlastýrinum lagt fram, nevniliga at innført verður ein “Foreldrasáttmáli um skermfrían barndóm”.
Skúlastýrið hevur avgjørt, at eftir summarsteðgin skulu øll foreldur at flokkunum í innskúlingini (Gluggin, 1., 2. og 3. flokkur) fáa bjóðað at skriva undir uppá, at tey vilja bíða við at geva teirra børnum eina snildtelefon, inntil barnið er 15 ár.
Orsøkin er, at vit ynskja at børn fáa frið og tíð til spæl, vinaløg og verulig sambond, og fáa møguleika at menna hesi, áðrenn tey fáa atgongd til snildtelefon.
Børn læra og mennast við at vera saman við øðrum, andlit til andlits. Tað er soleiðis tey eitt nú læra empati, samstarv, avlesa andlitsbrøgd og kropsmál, at loysa konfliktir – alt førleikar, ið eru alneyðugir, skulu vit duga at vera partur av einum samfelag.
Í Barnaverkætlanini, sum varð gjørd í 2025, har 750 børn/ung eru blivin spurd, kann lesast, at sosialir miðlar gera okkara børn/ungu ótrygg. Tey uppliva happing á sosialu miðlum og tey ynskja sjálvi hjálp og vegleiðing til trygga netnýtslu. Serliga eru tað tey sárbæru børnini/ungu, sum eru í størri vanda fyri at koma illa fyri á sosialu miðlum (www.bav.fo). Vit ynskja at verja okkara børn sum longst, við at bíða við at geva teimum eina snildtelefon.
Hetta átak kemur at setast í verk soleiðis, at til fyrsta felags foreldrafundin í Glugganum, tá skúlaárið byrjar, verður eitt umboð frá skúlastýrinum til staðar, har ið sáttmálin verður lagdur fram. Foreldur fáa høvi at koma við viðmerkingum ella spurningum og lagt verður upp til, at tað eru foreldrini í flokkinum sum avgera, um tey vilja skriva undir ella ei. Við at skriva undir lova foreldrini hvør øðrum, ikki at geva barni sínum eina snildtelefon fyrrenn barnið er 15 ár. Harumframt lova tey, at tey halda saman um hesa avgerð, at tey stuðla hvør øðrum í at halda fast í avgerðini og at tey tosa saman um spurningar ella ivamál stinga seg upp. Tað verður foreldrabólkurin í hvørjum flokki, sum síðan fær sáttmálan í varðveitslu, og sum fær ábyrgdina av at taka hann fram aftur á felags foreldrafundum í flokkinum hvørt ár við skúlabyrjan.
Eftir sum, at hetta átak fer í gongd við skúlabyrjan skúlaárið 26/27 fer eitt umboð frá skúlastýrinum at leggja sáttmálan fram fyri foreldrum í Glugganum, 1., 2. og 3. flokki eftir summarsteðgin, og síðan verður hann lagdur fram fyri foreldur í Glugganum, hvørt ár, framyvir.
Um stutta tíð verður sáttmálin lagdur út á heimasíðu skúlans, har øll eru vælkomin at lesa hann ígjøgnum.
Ynskja tit at hoyra meir um sáttmálan ella hava tit ivamál eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við foreldraumboðini í skúlastýrinum:
Annika Jónsveinsdóttir Nolsøe, forkvinna
Rósa Thomsen, næstforkvinna
Rakul Enni, foreldraumboð
Skúlastýrið í Tvøroyar skúla
Til heimini
- Frá skúlastýrinum: Foreldrasáttmáli um snildtelefon
- Ávaring/áheitan í samband við smishing-álop
- Skúlastýrið: Felags foreldrafundur ónskvøldið 22. apríl 2026
- Ársins várkapping í hádeild (7.-9.fl.)
- Fráboðan um lús
- Valfepur í Trongisvági
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026