Skúladagur á Skálafjalli
Skúladagurin á Skálafjalli
Ónsdagin 6. mai 2026 høvdu vit í 9. fl. Í Tvøroyrar skúla ein øðrvísi, men fantastiskan skúladag, sum varð hildin á Skálafjalli. Tað var Kristian Stórhamar, sum er pápi ein av næmingunum í flokkinum, sum gav okkum møguleikan at koma niðan at vitja og uppliva tað forkunnaða og søguliga arbeiðið, sum teir eru í gongd við; nevnliga at gera royndarborðingar til ætlaða nýggja tunnilin millum Sandvík og Hvalba.
Veðrið henda dagin var sum bilagt, sum sæst á myndunum.
Vit gingu ein lítlan tíma, úr býlinginum “í Giljum” í Hvalba beint niðaná, og komu til eitt heilt serligt og øðrvísi arbeiðspláss. Tað eru nevnliga Martin Sivertsen og Kristian Stórhamar, sum saman við hvør sínum syni: Hansi og Bergi, standa fyri at gera royndarborðingar niður í fjallið, fyri at síggja, hvussu tilfarið er at gera tunnil. Hetta er ein liður í verkæltanini, at Suðuroyartunnilin skal koma upp í Sandvík um nøkur ár. Boriarbeiðið verður gjørt fyri Jarðfeingi og PF Suðuroyartunnilin.
Ungu og raski menninir, báðir misskeiðis í 20unum, hava langar og strævnar arbeiðsdagar, har teir bora uml. 300 m long hol og taka “grótsoylir” upp og leggja í heilt sergjørdar kassar eftir einari heilt serligari skipan, soleiðis at serkøn fólk út frá hesum vakra tilfarinum kunnu síggja og lesa, hvussu góðskan er til just tunnilsgerð. Í hvørjum kassa eru 5 metrar av grótsoylu.
Stuttligt og yvirraskandi er at síggja, hvussu ymiskt tilfarið sær út og broytist í liti innan bert 5 metrar. Í øðrum endanum sær tað grátt og einslitt út, so broytist tað til reydligt, grønligt, bláligt til so at blíva grovkornað grátt. Ja, basaltið, sum oyggjar okkara eru gjørdar av, er veruliga vakurt og fjølbroytt.
Ein stór avbjóðing á hesum arbeiðsplássinum er, at onki rennandi vatn er í nánd, so nógv skal skipast og snikkast til, fyri at fáa nóg mikið av vatni, sum er neyðugt í samband við boringina.
Ymiskt er, hvussu væl tað gongur í hond við boringini. Onkran dagin klára teir at bora um 6-8 metrar, meðan teir ein góðan dag kunnu bora heili 36 metrar. So her er ongin arbeiðsdagur líka. At hava sítt dagliga arbeiðspláss á 350 m hædd er ikki heilt vanligt hjá nógvum okkara, men teir hava nú eisini eitt óvanliga vakurt útsýni í allar ættir, líka frá sólin rísir í eystri, til hon setur í vestri.
Tá veðrið er gott hesa ljósu tíðina, velja teir stundum at hava serliga langar arbeiðsdagar, meðan teir sjálvir eisini kunnu tillaga arbeiðsdagin øðrvísi, um ruskveður er. Bergur og Hans hava eisini roynt at sovið í skúrinum eina náttina á Skálafjalli. Tað, frættu vit, var ein heilt serlig uppliving.
Kristian var á staðnum og greiddi okkum so sera væl frá øllum tí, vit sóu, og tí, vit ikki sóu, tí nógv áhugavert hendi eisini fleiri 100 metrar undir okkum. Hans og Bergur høvdu ikki stundir at tosa, tí teir høvdu sera nógv at halda skil á.
Nógv hendi ta løtuna, vit vóru á staðnum, tí mitt í tí heila kom eisini tyrlan hjá Atlantic Airways ein av sínum mongu túrum og setti tilfar av, sum brúk var fyri. Hetta var eisini eitt satt upplivilsi fyri seg, tí tað kom óvart á fleiri okkara, hvussu stóra vindmegi tyrlan gevur, tá hon hongur nakrar metrar frá okkum, tó í tryggari frástøðu, meðan Hans fór heilt inn undir tyrluna og loysti tilfarið undan, so hon slapp avstað aftur.
Tá vit øll komu oman í bygdina aftur, stóð Martin Sivertsen fyri okkum og takkaði okkum fyri áhugan og bjóðaði okkum øllum inn í Bakkhús, har vit kundu velja okkum eina sodavatn og okkurt søtt aftur við. Ikki eiti í blíðskapi.
Vit takka hjartaliga fyri møguleikan at vitja eitt so serligt og áhugavert arbeiðspláss, fyri so góða frágreiðing og ikki minst fyri sodavatn og sjokulátu.
Løgið er, um hetta ikki fer at vekja áhugan og geva íblástur hjá onkrum av okkara røsku næmingum, tá teir um ikki so langa tíð eru lidnir í Tvøroyrar skúla og fara at umhugsa sína starvsleið.
Stuttu løtuna, meðan vit bíðaðu eftir okkara trúgva bussførara, Mikkjal Paula, fingu næmingarnir høvi at stuttleika sær óført á nýggja spæliplássinum á sandinum í Hvalba. Ein frálíkur dagur.
Takk fyri. Vh 9. fl. Í Tvøroyrar skúla.






















Til heimini
- Skúladagur á Skálafjalli
- Skrivligar próvtøkur í 9. og 10. fl. 18.-22. mai 2026
- Frá skúlastýrinum: Foreldrasáttmáli um snildtelefon
- Ávaring/áheitan í samband við smishing-álop
- Skúlastýrið: Felags foreldrafundur ónskvøldið 22. apríl 2026
- Ársins várkapping í hádeild (7.-9.fl.)
- Fráboðan um lús
- Valfepur í Trongisvági
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri