Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
Miðalaldurin á teimum, ið sita á Løgtingi í hesum døgum, er munandi lægri enn vanligt, tí ársins Ungdómsting er júst sett. Í dag og í morgin er tingið mannað av næmingum úr fólkaskúlum kring landið, og okur eru við.
Næmingarnir í 8. og 9. fl. hava í samfelagsfrøði saman við Mariann arbeitt við ymiskum lógaruppskotum, ið vórðu send inn til Løgtingið, og av teimum 9 uppskotunum, ið vórðu vald út til ársins Ungdómsting, var eitt úr 8. flokki og eitt úr 9. flokki.
Viktoria, Jenny og Isabella úr 8. flokki leggja fram uppskot um bíligari menstruatiónsvørur.
Talita, Sissal og Femja úr 9. flokki leggja fram uppskot um eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2026: Hægri raðfesting av Suðuroyartunlinum.
Tykur kunnu fylgja við her: https://ung.logting.fo/
Meira kann lesast her:
Mariann Mikkjalsdóttir, lærari í samfelagsfrøði: Ungdómstingið umráðandi pallur hjá ungum
Til heimini
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini
- Talvdagur í Trongisvági
- Epladagur í 5. flokki
- Leys størv í Tvøroyrar skúla, skúlaárið 2026-27
- Munnligar próvtøkur, summarið 2026
- Skúladagur á Skálafjalli
- Skrivligar próvtøkur í 9. og 10. fl. 18.-22. mai 2026
- Frá skúlastýrinum: Foreldrasáttmáli um snildtelefon
- Ávaring/áheitan í samband við smishing-álop
- Skúlastýrið: Felags foreldrafundur ónskvøldið 22. apríl 2026
- Ársins várkapping í hádeild (7.-9.fl.)