Betri vinir - Foreldrafundur var í innskúlingini 30. oktober
Í einum tryggum og positivum felagsskapi virðismeta vit ymiskleika, og tá eingin kann vera “skeivur”, kunnu øll trygt vera tann, tey eru, uttan ótta fyri at vera hildin fyri gjøldur ella útihýstur.
Tórskvøldið 30. oktober var felags foreldrafundur fyri foreldur at næmingum í Glugganum og 1.-3. flokki. Evnið á fundinum var "Betri vinir". Sum kunnað um á felags foreldrafundunum fyrr í ár, eru okur í innskúlingini farin at arbeiða við átakinum "Betri vinir".
Allir flokkar hava fingið ein floksins tíma á tímatalvuna, og í innskúlingini verður hesin tímin í stóran mun brúktur til hetta arbeiðið, ið leggur dent á góða felagsskapin, og hvussu okur kunnu arbeiða fyri, at øll hava tað gott í flokkinum.
Samstundis sum arbeitt verður í skúlanum og í flokkunum vóna okur, at foreldur og onnur eisini "eru við". Umboðið frá Betri vinum hevði nøkur góð ráð til foreldur:
1. Eggja barni tínum at spæla við ymisk børn, bæði í skúlanum og í frítíðini.
2. Tosa pent um og við onnur børn, foreldru teirra og um starvsfólkini.
3. Skipa fyri felagstiltøkum fyri øll.
4. Hjálp barni tínum at bera seg rætt at, um ein vinur er fyri onkrum órættvísum.
5. Vís áhuga fyri talgilda lívinum hjá barni tínum.
6. Spyr barn títt, um okkurt er, sum ger tað tungt í huga.
7. Ver opin og jalig/ugr, um onnur fortelja tær um avbjóðingar hjá sínum barni.

Til heimini
- Betri vinir - Foreldrafundur var í innskúlingini 30. oktober
- Evnisdagar - Saman um krabbamein
- Tryggari internetdagur 2026 - okur eru við á netinum
- Næmingaráðsfundur í mið- og hádeild fríggjadagin
- Rudda út? Okur taka gleðiliga ímóti lutum til loppumarknað
- Ársins rennidagur ónsdag, 24. sept.
- Næmingaráðsfundur verður mánadagin15. september
- Góð felags lesiløta
- Kunning: Heilsufrøðingurin er byrjaður
- Góða námsferð, 9. flokkur :-)
- Í dag er næmingaráðsval í mið- og hádeild
- Fráboðan um skrubb
- Skúlamyndir - kunning
- Kunning - nýggjur heilsufrøðingur
- Gloymd klæði í Trongisvági