Vælkomin til skúlaárið 2024-25
Vælkomin til eitt nýtt skúlaár
Hesa vikuna byrjaði eitt nýtt skúlaár, og tískil verður ynskt øllum, næmingum og starvsfólki, hjartaliga vælkomnum í skúla.
Fyri nakrar næmingar var dagurin nakað heilt serligt, tí hjá teimum var talan um fyrsta skúladag. Spentir næmingar; nógvir í vøkrum, heimabundnum troyggjum.
Ónsdagin 14. august 2024 byrjaðu 740 næmingar í føroyska fólkaskúlanum, og av teimum byrjaðu 23 í Tvøroyrar skúla. Tey vóru spent, men hóast hetta var fyrsti veruligi skúladagur teirra, vóru umstøðurnar ikki heilt ókendar. Hetta er fyrsti flokkurin, ið hevur gingið í Glugganum, forskúlanum, sum eisini heldur til í deildini í Trongisvági.

Av teimum 298 børnunum, ið byrjaðu í forskúla hendan sama dagin, koma 14 at ganga í Glugganum. Hetta er annað árið, ið Tvøroyrar skúli hevur ein forskúlaflokk, og higartil eru royndirnar góðar. Vónandi kann hetta skúlaárið geva børnunum í Glugganum eina góða, "bleyta" innleiðslu í skúlalívið, eins og undanfarna ár vónandi hevur givið okra nýggja fyrsta flokki.

Í deildini í Trongisvági eru í ár fimm flokkar: Gluggin, 1.a, 2.a og 2.b og 3.a.
Úti á Tvøroyri eru flokkarnir 4.-10. umframt tveir flokkar, ið eru partur av sertilboði skúlans.
Til heimini
- Epladagur í 5. flokki
- Leys størv í Tvøroyrar skúla, skúlaárið 2026-27
- Munnligar próvtøkur, summarið 2026
- Skúladagur á Skálafjalli
- Skrivligar próvtøkur í 9. og 10. fl. 18.-22. mai 2026
- Frá skúlastýrinum: Foreldrasáttmáli um snildtelefon
- Ávaring/áheitan í samband við smishing-álop
- Skúlastýrið: Felags foreldrafundur ónskvøldið 22. apríl 2026
- Ársins várkapping í hádeild (7.-9.fl.)
- Fráboðan um lús
- Valfepur í Trongisvági
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026