Tunnusláttur og sera flottar grýlur
Tunnusláttur og sera flottar grýlur
Í dag er føstulávintsmánadagur, og sum siður er, hevur tunnusláttur verið á skránni. Sum so mangt annað hevur føstulávintshaldið verið merkt av korona-støðuni, men hóast eitt sindur meira uppbýtt enn vanligt, hava okur havt ein sera góðan dag við nógvum sera flottum grýlum, og kattakongarnir eru krýndir.
Fyrst slógu 4. og 5. flokkarnir, og kattakongar gjørdust Bárður úr 5.a og Rannvá úr 4.b. Síðan slógu 6. og 7. flokkarnir, og har vórðu kattakongarnir Eir og Jósva úr 7. flokki. At enda slógu næmingarnir úr 8. og 9. flokkunum. Tey slógu saman, gentur og dreingir, og kattakongur gjørdist Torkil úr 8.b.
Næmingaráðið hevði eisini skipað eina grýlukapping, og tey vóru sera glað at síggja, hvussu nógvar grýlur vóru møttar, og hvussu nógv fleiri høvdu gjørt burturúr. Tað var sera trupult hjá teimum at velja stuttligastu, kreativastu og óhugnaligastu grýlurnar, men onkur skuldi veljast. Full semja var ikki, so meiriluti skuldi til í summum førum.
Stuttligastu grýlurnar í dag blivu Hans Jacob úr 5.a, Brandur úr 6.a, Elsebeth úr 8.a og Rókur úr 8.b.
Kreativastu grýlurnar í dag blivu Sissal úr 4.b, Elsa og Julia úr 6.a og Bjørk úr 9.b.
Óhugnaligastu grýlurnar í dag vórðu Maria úr 4.b og Amanda úr 6. flokki.
Harumframt skuldi tann flokkurin, ið var ”mest við upp á tað” veljast, og tað var eisini ein trupul uppgáva hjá bólkinum, ið næmingaráðið hevði sett at døma. Vinningurin er ein túrur á pizzaria, so spenningurin er stórur, nú vinnarin verður kunngjørdur við hesi greinini. Hjartaliga til lukku til 5. flokk – vælgagnist :-)
Ein onnur kapping var eisini í dag. Næmingaráðið hevur eisini valt ”bestu” læraragrýluna. Hetta verður hervið eisini avdúkað. Til lukku, Wivika :-)
Stóra takk til næmingar og lærarar, ið øll jú vóru við til at gera dagin so stuttligan! Minnist nú til, at tykur hava frí í morgin :-)
Myndir av 4. og 5. flokkunum:
Myndir av 6.-9. flokkunum umframt vinnarunum av grýlukappingini:
Til heimini
- Evnisdagar - Saman um krabbamein
- Tryggari internetdagur 2026 - okur eru við á netinum
- Næmingaráðsfundur í mið- og hádeild fríggjadagin
- Rudda út? Okur taka gleðiliga ímóti lutum til loppumarknað
- Ársins rennidagur ónsdag, 24. sept.
- Næmingaráðsfundur verður mánadagin15. september
- Góð felags lesiløta
- Kunning: Heilsufrøðingurin er byrjaður
- Góða námsferð, 9. flokkur :-)
- Í dag er næmingaráðsval í mið- og hádeild
- Fráboðan um skrubb
- Skúlamyndir - kunning
- Kunning - nýggjur heilsufrøðingur
- Gloymd klæði í Trongisvági
- Fyrsti skúladagur - Vælkomin