
Tú kanst tað, tú setir tær fyri, men akseptera tínar veikleikar
Tú kanst tað, tú setir tær fyri, men akseptera tínar veikleikar
Í dag hevur Eyðbritt Hjelm úr Vági verið og hildið fyrilestur fyri 8. og 9. flokkunum í Tvøroyrar skúla. Eyðbritt dugir sjáldsama væl at tosa og greiða frá, og tíðin fleyg avstað, meðan hon rúnarbant næmingar og lærarar. At Eyðbritt í nógv ár hevur gingið við eini kenslu av onki at duga, er ikki til at fata.
Eyðbritt er orðblind, og tað eru sínum egnum upplivingum við hesum, sum hon hevur greitt okum frá í dag. Fríggjadagin var hon á Miðnámsskúlanum, og í dag hevur hon so vitjað Vágs og Tvøroyrar skúla.
Eyðbritt greiddi frá, hvussu hon hevði tað í fólka- og miðnámsskúlatíðini, til hon ein dag í 3.s møtti einum lærara, ið – sum hon sjálv segði – sá hana. Hon fekk staðfest orðblindni, og so byrjaði arbeiðið at fáa broytt sjálvsmyndina, ið hon hevði uppbygt av sær sjálvari, til hana, hon hevur í dag, har hon dugir at virðismeta sínar styrkir, samstundis sum hon er varug við sínar veikleikar.
Okur hava øll nakrar veikleikar, men okur hava øll sanniliga eisini okra styrkir. Tað besta lívið fáa okur, um okur duga at brúka okra styrkir og ikki altíð hava sjónleykuna á okra veikleikum.
Áheitanin frá Eyðbritt til okra næmingar er, at tykur skulu spyrja um hjálp, um tykur hava tað trupult. Hjálpitól eru, ið kunnu lætta munandi um! Kennið tykra styrkir og veikleikar – og brúkið ta vitanina!
Filmur um orðblindni: https://www.youtube.com/watch?v=xLAJxrBgsdg
Okur vóna, at Eyðbritt hevur møguleika at vitja okum aftur seinni í ár, so fleiri næmingar og lærarar fáa møguleika at hoyra hennara frásøgn.
Savn
- 10. flokkur á brandskeiði
- Deiligt kavaveður
- Landsstýrismaðurin á vitjan: "Vit mugu vanda okkum um orðini, tí tey hava stóra ávirkan!"
- KOJAK fekk øll í rættan jólahýr
- Hugnaligir jólaevnisdagar í Trongisvági
- Vikan, ið fór: Listaleypurin, tónleikur og jólahugni
- Vikan, ið fór: Valfepur - eisini í skúlanum
- Eg sjólívið valdi; Beinur fekk vitjan av 2.a og 2.b
- 2.b vitjar Hamragarð
- Spæliliðið hevur havt sína fyrstu uppgávu
- TB-arar vitjaðu 5. og 6. fl.
- Væleydnað evnisvika áðrenn vælkomna heystferiu :-)
- Akrobatikkur í ítrótti
- Felags lesiløtan verður afturvendandi
- SSP- undirvísing um góðar miðlavanar