
Hugnaligir jólaevnisdagar í Trongisvági
Í farnu viku vóru fýra jólaevnisdagar í innskúlingini. Næmingarnir vitjaðu ymisk verkstøð, og nógv ymiskt kom burturúr.
Eitt, ið fleiri av næmingunum ikki høvdu roynt fyrr, var at tøva jólakúlur. Hetta at hava hendurnar í sápuvatni, meðan tú evnar ull til eina kúlu, hildu tey flestu vera stuttligt, tó onkur helt, at tað kendist eitt sindur løgið.
Í skúlakøkini vóru jólaligar kokuskúlur á skránni, og ymiskt jólaprýði varð gjørt á ymiskum verkstøðum. Stjørnur úr "íspinnum", perlaðar "ljósperur", tekningar og annað.
Eina tíð hava næmingarnir vant sangin "Kavin kom í morgun" saman við Guðruni og Jens. Hendan sangin gjøgnumgingu tey á einum verkstaði, meðan tey teknaðu eina tekning til hvørt ørindi. Her komu nógvar fittar og vakrar tekningar burturúr, og hjá fleiri hjálptu tekningarnar teimum at minnast tekstin.
Eisini var ein sjórænarabani í ítróttarhøllini - sum altíð, sera vælumtóktur.
Fýra hugnaligir dagar, ið øll vóru glað fyri. Sí myndir frá degnum her.
Savn
- 10. flokkur á brandskeiði
- Deiligt kavaveður
- Landsstýrismaðurin á vitjan: "Vit mugu vanda okkum um orðini, tí tey hava stóra ávirkan!"
- KOJAK fekk øll í rættan jólahýr
- Hugnaligir jólaevnisdagar í Trongisvági
- Vikan, ið fór: Listaleypurin, tónleikur og jólahugni
- Vikan, ið fór: Valfepur - eisini í skúlanum
- Eg sjólívið valdi; Beinur fekk vitjan av 2.a og 2.b
- 2.b vitjar Hamragarð
- Spæliliðið hevur havt sína fyrstu uppgávu
- TB-arar vitjaðu 5. og 6. fl.
- Væleydnað evnisvika áðrenn vælkomna heystferiu :-)
- Akrobatikkur í ítrótti
- Felags lesiløtan verður afturvendandi
- SSP- undirvísing um góðar miðlavanar