
TB-arar vitjaðu 5. og 6. fl.
Eitt sindur av fótbóltsfepri er eisini at merkja í Tvøroyrar skúla í hesum døgum. Ein spennandi dystur er á skránni seinni í dag, og hann er avgerandi fyri, um TB spælir í Betri-deildini ella 1. deild komandi kappingarár.
Í gjár vitjaðu tríggir av TB-leikarunum 5. og 6. flokk, har teir greiddu eitt sindur frá, hvussu tað er spæla við TB og kanska serliga eisini nú, tá tað er so spennandi.
Teir tríggir vóru málmaðurin, Anders, umframt útileikararnir Torkil og Andreas. Teir báðir síðst nevndu hava gingið í okra skúla, so tað hevur kanska verið eitt sindur serligt hjá teimum at uppliva at koma í skúlan, teir sjálvir hava gingið í, og børnini flokkaðust um teir og vildu hava myndir og autografar.
Takk fyri vitjanina!
Okur ynskja TB ein góðan dyst í dag!
Savn
- 10. flokkur á brandskeiði
- Deiligt kavaveður
- Landsstýrismaðurin á vitjan: "Vit mugu vanda okkum um orðini, tí tey hava stóra ávirkan!"
- KOJAK fekk øll í rættan jólahýr
- Hugnaligir jólaevnisdagar í Trongisvági
- Vikan, ið fór: Listaleypurin, tónleikur og jólahugni
- Vikan, ið fór: Valfepur - eisini í skúlanum
- Eg sjólívið valdi; Beinur fekk vitjan av 2.a og 2.b
- 2.b vitjar Hamragarð
- Spæliliðið hevur havt sína fyrstu uppgávu
- TB-arar vitjaðu 5. og 6. fl.
- Væleydnað evnisvika áðrenn vælkomna heystferiu :-)
- Akrobatikkur í ítrótti
- Felags lesiløtan verður afturvendandi
- SSP- undirvísing um góðar miðlavanar