
Móðurmálsdagur og Kahoot
Móðurmálsdagur og Kahoot
Í gjár, 25. mars, var føroyskur móðurmálsdagur. Altjóða móðurmálsdagur er 21. februar, men í Føroyum hevur mann valt, at móðurmálsdagur verður hildin á føðingardegi V.U. Hammershaimbs, ið er kendur sum faðir at okra skriftmáli.
Í ár hava Málráðið og Føroyar lesa skipað fyri spurnakappingum á Kahoot. Í gjár klokkan 11 var kapping fyri allar næmingar í 7.-10. flokki, og klokkan 12 var almenn kapping, har øll áhugað vóru vælkomin at spæla við.
Flestu næmingar í hádeildini umframt í eldru flokkunum í miðdeildini royndu seg í kappingini, ið var ógvuliga spennandi. Fleiri av okra næmingum vóru væl við, og summir sera væl við, men tíverri rakk ikki til eitt fyrstapláss.
Eitt frálíkt hugskot, hendan kahoot-kappingin. Okur eru við aftur næstu ferð :-)
Her er ein mynd av nøkrum av luttakarunum, ið ikki fingu sitið stillar :-)
Savn
- 10. flokkur á brandskeiði
- Deiligt kavaveður
- Landsstýrismaðurin á vitjan: "Vit mugu vanda okkum um orðini, tí tey hava stóra ávirkan!"
- KOJAK fekk øll í rættan jólahýr
- Hugnaligir jólaevnisdagar í Trongisvági
- Vikan, ið fór: Listaleypurin, tónleikur og jólahugni
- Vikan, ið fór: Valfepur - eisini í skúlanum
- Eg sjólívið valdi; Beinur fekk vitjan av 2.a og 2.b
- 2.b vitjar Hamragarð
- Spæliliðið hevur havt sína fyrstu uppgávu
- TB-arar vitjaðu 5. og 6. fl.
- Væleydnað evnisvika áðrenn vælkomna heystferiu :-)
- Akrobatikkur í ítrótti
- Felags lesiløtan verður afturvendandi
- SSP- undirvísing um góðar miðlavanar