
ListaMeldur - Flaggkapping
ListaMeldur - Flaggkapping
ListaMeldur, ið skal varpa ljós á Børn, ung og myndlist, er farið í gongd, og fyri at luttaka í átakinum skal hvør skúli sær skipa fyri eini flaggkapping. Okur skuldu sostatt finna eitt flagg, ið kann umboða skúlan!
Farnu dagarnar hava næmingar tískil teknað; summir í skúlanum og aðrir heima. Okur eru ovfarin av øllum teimum vøkru tekningunum/fløggunum, ið eru innkomin, og næmingaráðið, ið skuldi finna vinnaraflaggið, fekk eina sera, sera trupla uppgávu í dag. Umboðini í næmingaráðnum vóru ikki øll samd, men tey kjakaðust og tosaðu eina góða løtu saman um, hvørji vinnarafløggini skuldu vera. Tey vóru samd um, at har vóru nógv um boðið!
Skúlin hjá okum er býttur upp í innskúlingina, ið er í Trongisvági, og 4.-10. flokk, ið húsast úti á Tvøroyri. Næmingaráðið hevur valt eitt vinnaraflagg í mið- og hádeildini, og í innskúlingini eru tveir vinnarar; harav annað umboðar skúlan í Trongisvági.
Trongisvágur – Innskúlingin: Linda R. Thomsen og Dávur Dionsson, 2.a
Tvøroyri – 4. – 10. flokkur: Rebekka Dánjalsdóttir, 4.b
Umframt hesi trý, valdi næmingaráðið eisini nummar tvey og trý úti á Tvøroyri. Hesi blivu Filip Simonsen úr 9.a og Maria Nygaard úr 4.b.
Øll hesi fimm hava fingið ella fáa handaðan ein vinning. Tíverri loyvdi støðan ikki heilt, at okur samlaðu allan skúlan í dag til eina hátíðarløtu, men eitt sindur hátíðarligt skuldi tað kortini vera, so Jón, skúlastjórin, handaði Rebekku, Filip og Mariu gávur. Tíverri var handanin so seint á degnum, at Dávur, Linda og innskúlingin vóru heimfarin, men gávurnar fáa tey í dag kortini.
Fløggini, ið næmingarnir hava teknað, verða hangandi nakrar dagar afturat, so allir næmingar og starvsfólk hava møguleika at síggja allar tær vøkru tekningarnar.
ListaMeldur er eitt afturvendandi tiltak í mars mánaði, ið endar við einum stórum, árligum listafagnaði mikudag í viku 11. Hendan dagin, sum í ár fellur á 17. mars, seta børn og ung kring allar Føroyar myndlist á breddan við eini rúgvu av listaligum tiltøkum og framsýningum úti á skúlum, háskúlum, eftirskúlum, o.s.fr. (av heimasíðuni listameldur.com)
Til ber at lesa meir um ListaMeldur á: https://listameldur.com/
Annar vinnarin í innskúlingini í Trongisvági: Linda R. Thomsen
Hin vinnarin í innskúlingini í Trongisvági: Dávur Dionsson, 2. flokkur
Vinnaramyndin millum næmingar í 4.-10. flokk: Rebekka Dánjalsdóttir, 4.b
Nummar tvey: Filip Simonsen, 9.b
Nummar trý: Maria Nygaard, 4.b
Savn
- 10. flokkur á brandskeiði
- Deiligt kavaveður
- Landsstýrismaðurin á vitjan: "Vit mugu vanda okkum um orðini, tí tey hava stóra ávirkan!"
- KOJAK fekk øll í rættan jólahýr
- Hugnaligir jólaevnisdagar í Trongisvági
- Vikan, ið fór: Listaleypurin, tónleikur og jólahugni
- Vikan, ið fór: Valfepur - eisini í skúlanum
- Eg sjólívið valdi; Beinur fekk vitjan av 2.a og 2.b
- 2.b vitjar Hamragarð
- Spæliliðið hevur havt sína fyrstu uppgávu
- TB-arar vitjaðu 5. og 6. fl.
- Væleydnað evnisvika áðrenn vælkomna heystferiu :-)
- Akrobatikkur í ítrótti
- Felags lesiløtan verður afturvendandi
- SSP- undirvísing um góðar miðlavanar