
Kom á lektiucafé :-)
Okur hava, sum kunnugt, eina lektiucafé í Tvøroyrar skúla!
9.b hevur gjørt ein film um lektiucaféina hjá Tvøroyrar skúla. Tey hava sjálvi tikið upp og sett saman. Í filminum sært tú nakrar næmingar, ið hava fingið skúlating fyri. Tey síggja, at tað ber til at fara á lektiucafé, so tað ikki er neyðugt at sita heima og arbeiða. Í staðin kunnu tey - saman við øðrum - fáa gjørt skúlatingini í skúlanum, so tey hava frí, tá tey koma heim. Á lektiucaféini kanst tú arbeiða sjálvstøðugt ella saman við øðrum, fáa hjálp, um tú hevur brúk fyri tí - og sjálvandi er eisini pláss fyri hugna og práti.
Takk til 9.b fyri filmin - og sjálvandi eisini ein tøkk til Talitu, Christian og Elina úr 4.a, ið luttóku í filminum.
Lektiucaféin í Tvøroyrar skúla er hvønn týsdag, kl. 13.25-14.55, og tórsdag, kl. 11.45-13.15. Allir næmingar úr 4. flokki og eldri eru vælkomnir!
Eisini í Trongisvági er lektiucafé fyri yngri næmingarnar. Hon er hvønn týs- og tórsdag í 6. tíma. Allir næmingar í 1.-3. flokki eru vælkomnir!
Síggjast :-)
Savn
- 10. flokkur á brandskeiði
- Deiligt kavaveður
- Landsstýrismaðurin á vitjan: "Vit mugu vanda okkum um orðini, tí tey hava stóra ávirkan!"
- KOJAK fekk øll í rættan jólahýr
- Hugnaligir jólaevnisdagar í Trongisvági
- Vikan, ið fór: Listaleypurin, tónleikur og jólahugni
- Vikan, ið fór: Valfepur - eisini í skúlanum
- Eg sjólívið valdi; Beinur fekk vitjan av 2.a og 2.b
- 2.b vitjar Hamragarð
- Spæliliðið hevur havt sína fyrstu uppgávu
- TB-arar vitjaðu 5. og 6. fl.
- Væleydnað evnisvika áðrenn vælkomna heystferiu :-)
- Akrobatikkur í ítrótti
- Felags lesiløtan verður afturvendandi
- SSP- undirvísing um góðar miðlavanar