
Hugnaligar morgunløtur
Endiliga er morgunsangur aftur á skrá :-)
Sum so mangt annað hevur morgunsangurin hjá okum eisini verið í dvala, nú koronafarsóttin hevur gjørt um seg um allan heim, men fyri eini tíð síðan, broyttu skúlamyndugleikarnir – tíbetur – tilmælini, so okur aftur kunnu hittast í størri bólkum í skúlanum.
Tað merkir, at okur aftur kunnu hittast til morgunsang og morgunløtur. Tær bestu morgunløturnar eru, tá næmingarnir eru við til at seta dám á, og tað hendir tíbetur meir enn so.
Morgunløturnar hjá okum hava vanliga felagssang og -sálm á skránni umframt av og á okkurt eyka innslag.
Í gjár var frálíki sangurin hjá Steintóri Rasmussen ”Tað kundi verið eg”, ið børn á Skúlatrøð hava innspælt, á skránni, og okur vóru so heppin, at Rólant úr 7.b, ið gongur til guitarspæl, spældi undir felagssangin.
Okur hava eisini fyri kortum hoyrt næmingarnar, ið manna ”lítla hornorkestrið” undir leiðslu av Tróndi Enni.
Takk fyri, Rólant og hornblásarar :-)
Okur gleða okum til fleiri hugnaligar morgunløtur!
Savn
- 10. flokkur á brandskeiði
- Deiligt kavaveður
- Landsstýrismaðurin á vitjan: "Vit mugu vanda okkum um orðini, tí tey hava stóra ávirkan!"
- KOJAK fekk øll í rættan jólahýr
- Hugnaligir jólaevnisdagar í Trongisvági
- Vikan, ið fór: Listaleypurin, tónleikur og jólahugni
- Vikan, ið fór: Valfepur - eisini í skúlanum
- Eg sjólívið valdi; Beinur fekk vitjan av 2.a og 2.b
- 2.b vitjar Hamragarð
- Spæliliðið hevur havt sína fyrstu uppgávu
- TB-arar vitjaðu 5. og 6. fl.
- Væleydnað evnisvika áðrenn vælkomna heystferiu :-)
- Akrobatikkur í ítrótti
- Felags lesiløtan verður afturvendandi
- SSP- undirvísing um góðar miðlavanar