
Floksmenning og hugni í 5. flokki
Floksmenning, stuttleiki og hugni í 5. flokki
Ónsdagin klokkan 16.00, tá allir næmingar annars eru heimfarnir, møtti 5. flokkur aftur í skúla. Tey høvdu ongar bøkur ella pennahúsar, men harafturímóti høvdu tannbustin, náttklæðini og soviposin fingið pláss í taskuni.
Næmingarnir vóru spentir og skundaðu sær at finna sær sovipláss í floksstovuni, áðrenn farið varð oman í skúlakøkin. Næmingarnir matgjørdu sjálvir, og á matarlepanum var pitabreyð, pizza og sushi.
Aftaná nøkur stuttlig spøl, ið øll luttóku í, var hugni og prát á skránni. Eftir stutta løtu høvdu fleiri næmingar bæði andlitsmaskur og nýtt neglalakk. Áðrenn songartíð var ein filmur á skránni. Ein hugnaligur dagur og –kvøld var komið at enda.
Tórsmorgunin byrjaði tíðliga, og longu klokkan hálvgum sjey vóru fyrstu næmingarnir úti í skúlagarðinum og sparkaðu. Morgunmatur var hálvgum 8, og klokkan 8 byrjaði skúladagurin, ið tó var øðrvísi enn aðrir skúladagar.
Floksmenning (teambuilding) var á skránni, har sjóneykan bæði var á álvara og gaman. Eftir ein felags frokost endaði skúladagurin. Í dag var vanligur skúladagur og tó. Flokkurin hevur spælt nøkur samskiftisspøl uttan talað orð, har dentur var á álit.
Nú er páskaferia. Vónandi verður hon góð hjá øllum :-)
Savn
- 10. flokkur á brandskeiði
- Deiligt kavaveður
- Landsstýrismaðurin á vitjan: "Vit mugu vanda okkum um orðini, tí tey hava stóra ávirkan!"
- KOJAK fekk øll í rættan jólahýr
- Hugnaligir jólaevnisdagar í Trongisvági
- Vikan, ið fór: Listaleypurin, tónleikur og jólahugni
- Vikan, ið fór: Valfepur - eisini í skúlanum
- Eg sjólívið valdi; Beinur fekk vitjan av 2.a og 2.b
- 2.b vitjar Hamragarð
- Spæliliðið hevur havt sína fyrstu uppgávu
- TB-arar vitjaðu 5. og 6. fl.
- Væleydnað evnisvika áðrenn vælkomna heystferiu :-)
- Akrobatikkur í ítrótti
- Felags lesiløtan verður afturvendandi
- SSP- undirvísing um góðar miðlavanar