
9. flokkarnir vitja Miðnámsskúlan
9. flokkarnir vitja Miðnámsskúlan
Eins og undanfarin ár hevur Miðnámsskúlin í Grønudali aftur í ár boðið 9. flokkunum í oynni á vitjan. Endamálið er sjálvandi at greiða næmingunum frá um skúlan, og hvørjar valmøguleikar tey hava her, nú tey skjótt eru liðug við fólkaskúlan.
Dagurin byrjaði við, at Guðrið Johansen, leiðari, beyð vælkomin, og Niels Jacobsen, lestrarvegleiðari, greiddi síðani frá bygnaðinum á miðnámsútbúgvingunum, og hvat vanliga er á skránni á skúlanum.
Miðnámsskúlanæmingar vístu 9. floksnæmingunum runt á skúlanum, og síðan bjóðaði skúlin øllum døgurða: Frikadellur og kips, ið smakkaði avbera væl. Mangatakk :-)
Eftir døgurða vórðu næmingarnir býttir í bólkar, og so var undirvísing á skránni. Lærugreinarnar á tímatalvuni vóru: Náttúruvísindi, mál og búskaparfrøði.
Okur fingu undirvísing frá miðnámsskúlanæmingum um eygað og duga nú nakrar glosur á sponskum. Eisini var undirvísing í búskaparfrøði á skránni.
Okra skúladagur á miðnámsskúlanum endaði klokkan 13.30.
Okur takka miðnámsskúlanum fyri innbjóðingina og dagin!
Savn
- 10. flokkur á brandskeiði
- Deiligt kavaveður
- Landsstýrismaðurin á vitjan: "Vit mugu vanda okkum um orðini, tí tey hava stóra ávirkan!"
- KOJAK fekk øll í rættan jólahýr
- Hugnaligir jólaevnisdagar í Trongisvági
- Vikan, ið fór: Listaleypurin, tónleikur og jólahugni
- Vikan, ið fór: Valfepur - eisini í skúlanum
- Eg sjólívið valdi; Beinur fekk vitjan av 2.a og 2.b
- 2.b vitjar Hamragarð
- Spæliliðið hevur havt sína fyrstu uppgávu
- TB-arar vitjaðu 5. og 6. fl.
- Væleydnað evnisvika áðrenn vælkomna heystferiu :-)
- Akrobatikkur í ítrótti
- Felags lesiløtan verður afturvendandi
- SSP- undirvísing um góðar miðlavanar