
7. flokkur lærir um evnisnøgd
7. flokkur lærir um evnisnøgd
Tá tú gongur á læraraskúla, er partur av tíni útbúgving at fara í starvsvenjing. Okur í Tvøroyrar skúla eru so heppin, at fyrrverandi næmingur á skúlanum, Rannvá Berg í Heiðunum, ið gongur 4. árið á Læraraskúlanum, hevur valt at koma her í starvsvenjing í tríggjar vikur. Linjugreinin, hon hevur í ár, er støddfrøði, og tískil er tað serliga í hesi lærugrein, hon sleppur at royna seg í 7., 8. og 9. flokki.
Evnið í dag í 7. flokki var evnisnøgd, og í staðin fyri at lesa um evnið, sluppu næmingarnir at gera royndir, sum vísa, hvussu ymisk evnisnøgd er, og fingu sjón fyri søgn, at hóast ein lutur er stórur, kann hann vera nógv lættari enn til dømis ein pinkalítil glaskúla. Sera læruríkt.
Sí myndir frá dagsins støddfrøðitímum í 7. flokki her: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=14171
Savn
- 10. flokkur á brandskeiði
- Deiligt kavaveður
- Landsstýrismaðurin á vitjan: "Vit mugu vanda okkum um orðini, tí tey hava stóra ávirkan!"
- KOJAK fekk øll í rættan jólahýr
- Hugnaligir jólaevnisdagar í Trongisvági
- Vikan, ið fór: Listaleypurin, tónleikur og jólahugni
- Vikan, ið fór: Valfepur - eisini í skúlanum
- Eg sjólívið valdi; Beinur fekk vitjan av 2.a og 2.b
- 2.b vitjar Hamragarð
- Spæliliðið hevur havt sína fyrstu uppgávu
- TB-arar vitjaðu 5. og 6. fl.
- Væleydnað evnisvika áðrenn vælkomna heystferiu :-)
- Akrobatikkur í ítrótti
- Felags lesiløtan verður afturvendandi
- SSP- undirvísing um góðar miðlavanar