
4. flokkur - verkætlan
Okra 4. flokkar hava hesa vikuna arbeitt við verkætlan, og í dag hava tey lagt fram fyri hvør øðrum, lærarum og leiðsluni. Flokkarnir eru vanir at samstarva, og í samband við hesa verkætlanarvikuna hava báðir flokkarnir eisini arbeitt saman. Bólkarnir vórðu gjørdir við næmingum úr báðum flokkum.
Tá tú fert undir eitt verkætlanararbeiði, mást tú fyrst finna okkurt, ið undrar teg. Næmingarnir gjørdu við flokslærarunum eitt hugarok. Hvat undrar teg/tykum? Her kom mangt og hvat á talvuna, men at enda funnu allir bólkar sær eitt ávíst evni. Serliga vóru tað evni innan lív- og alisfrøðina, ið bólkarnir valdu at seta seg inn í.
Tað er nógv, ein skal hava í huga, tá man skal gera verkætlan, og tá tú gongur í 4. flokki, kann hetta tykjast rúgvismikið, men arbeiðslagið hevur verið sera gott, og næmingarnir hava fingið nógv burturúr.
Næmingarnir hava lært at gera eina ætlan fyri vikuna, og tey hava eitt nú lært at lagt arbeiðið til rættis og hugsað um, at um tú til dømis hevur tørv á onkrum av bókasavninum, mást tú leggja tað í skránna, tá bókavørður er til staðar og fær vegleitt.
Evnini, ið teir níggju bólkarnir hava arbeitt við, eru hesi:
- Hví er salt í havinum?
- Hvussu blivu fjøll til?
- Hvussu gera eiturkoppar spinn?
- Ber til at sigla í mótvindi?
- Hví hava eiturkoppar so nógv eygu?
- Hví eru so fá vill djór í føroyum?
- Hvussu veksa blomstur?
- Hví er grasið grønt (og hví skiftir tað lit)?
- Hví hava firvaldar mynstur?
Framløgurnar í dag vóru sera góðar, og allir bólkar høvdu funnið svar til sínar spurningar.
Flokslærarar í 4. flokkunum eru Annika Jespersen og Álvgerð Johannesen, og umframt Estrid Kristensen, ið hevur nakrar tímar í flokkunum, hevur eisini ofta verið heitt á Dávið Jacobsen, tá næmingarnir hava havt spurningar innan lív- og alisfrøðina.
Myndir frá framløguni í dag: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=14211
Verkætlan er partur av ársætlanunum hjá 9. og 10. flokkunum, og avriksmetingin er partur av prógvnum. Um næmingar skulu duga og kenna seg tryggar við hendan arbeiðsháttin, er neyðugt, at tey hava roynt hann áður - fleiri ferð. Tískil hava okur sum skúli valt at lagt dent á, at eisini yngru næmingarnir á hvørjum ári skulu í minsta lagi arbeiða við einari verkætlan. 8.-10. flokkarnir hava havt sínar verkætlanir fyrr í ár, og nú fer miðdeildin til verka!
Savn
- 10. flokkur á brandskeiði
- Deiligt kavaveður
- Landsstýrismaðurin á vitjan: "Vit mugu vanda okkum um orðini, tí tey hava stóra ávirkan!"
- KOJAK fekk øll í rættan jólahýr
- Hugnaligir jólaevnisdagar í Trongisvági
- Vikan, ið fór: Listaleypurin, tónleikur og jólahugni
- Vikan, ið fór: Valfepur - eisini í skúlanum
- Eg sjólívið valdi; Beinur fekk vitjan av 2.a og 2.b
- 2.b vitjar Hamragarð
- Spæliliðið hevur havt sína fyrstu uppgávu
- TB-arar vitjaðu 5. og 6. fl.
- Væleydnað evnisvika áðrenn vælkomna heystferiu :-)
- Akrobatikkur í ítrótti
- Felags lesiløtan verður afturvendandi
- SSP- undirvísing um góðar miðlavanar