
2. og 3. flokkur lesa
2. og 3. flokkarnir lesa hvønn dag - bæði í skúlanum og heima
Lesing gevur bæði vitan og gleði, men skulu okur gerast góðir lesarar, er neyðugt at venja. Í løtuni koyrir eitt lesiátak í skúlanum í Trongisvági. Byrjað varð mánadagin 22. februar, og hildið verður á til fríggjadagin 5. mars.
Hvønn skúladag lesa allir næmingarnir í 2. og 3. flokkunum. Fyrst lesa tey í 20 minuttir hvør sær, og síðan er parlesing í 15 minuttir. Við parlesing lærir tú bæði upplestur og at lurta eftir upplestri. Harumframt skulu allir næmingarnir lesa heima í minsta lagi 15 minuttir hvønn dag. Næmingarnir fáa eitt lesikort heim við, har skrivað verður á, hvussu nógv er lisið heima tann dagin.
Á hendan hátt fáa næmingarnir tíð at fordjúpa seg í eini bók, og harvið venja tey bæði lesiførleika og arbeiða fram ímóti at gerast sjálvstøðugir lesarar.
Næmingarnir settu sær, áðrenn lesiátakið byrjaði, eitt mál. Tað vil siga, at tey við vegleiðing frá føroysktlæraranum valdu sær nakrar bøkur, ið tey ætlaðu sær at lesa hesar báðar vikurnar, átakið er. Føroysktlærarin vegleiðir sjálvsagt eisini, so bøkurnar eru hóskandi til hvønn einstakan næming; báði viðv. lesiførleika og áhuga.
Høvuðsendamálið við einum lesiátakið er, at næmingarnir finna lesigleðina. Tá næmingurin lærir at seta sær mál fyri lesing, mennir lesiførleikan og venir seg at gerast ein sjálvstøðugur lesari, er lættari at finna lesigleðina, tí tá gongur alt nógv lættari.
Lesivegleiðari í Tvøroyrar skúla er Nita Næs, og átakið er samstarv millum Nitu og deildarleiðara og lærarar í 2. og 3. flokkunum.
18. februar var Nita og greiddi næmingunum frá um lesing á lesiátakið. Eisini las hon søgu fyri teimum. Næmingarnir vóru áhugaðir, og tað tykist, sum næmingarnir sum heild eru sera glaðir fyri hesar lesiløturnar.
Næmingarnir hava fingið bræv heim við, ið greiðir frá átakinum.
Her síggjast nakrar myndir frá lesivegleiðaranum, Nitu Næs, av einari av lesiløtunum: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=14207
Savn
- 10. flokkur á brandskeiði
- Deiligt kavaveður
- Landsstýrismaðurin á vitjan: "Vit mugu vanda okkum um orðini, tí tey hava stóra ávirkan!"
- KOJAK fekk øll í rættan jólahýr
- Hugnaligir jólaevnisdagar í Trongisvági
- Vikan, ið fór: Listaleypurin, tónleikur og jólahugni
- Vikan, ið fór: Valfepur - eisini í skúlanum
- Eg sjólívið valdi; Beinur fekk vitjan av 2.a og 2.b
- 2.b vitjar Hamragarð
- Spæliliðið hevur havt sína fyrstu uppgávu
- TB-arar vitjaðu 5. og 6. fl.
- Væleydnað evnisvika áðrenn vælkomna heystferiu :-)
- Akrobatikkur í ítrótti
- Felags lesiløtan verður afturvendandi
- SSP- undirvísing um góðar miðlavanar