
10. flokkur í starvsvenjing
10. flokkur í starvsvenjing
Hvørt ár eru næmingar í 9. og 10. flokkunum kring landið í starvsvenjing í tvær vikur. Næmingarnir gleða seg vanliga at sleppa at royna seg aðrastaðni enn á skúlabonki. Tey sleppa jú at velja sjálvi, hvar tey ynskja at sleppa í starvsvenjing. Tað eydnast ikki altíð næmingunum at sleppa har, tey í fyrsta umfari ynskja, men tey verða vanliga biðin at raðfesta trý øki, tey hava hug at royna, og tað ber nærum altíð til at finna næmingunum góð og áhugaverd starvsvenjingarstøð, ið passa til teirra.
Okur fegnast um góðu móttøkuna, okra næmingar fáa frá arbeiðsplássum kring landið. Uttan arbeiðsplássini og teirra vælvilja var ongin starvsvenjing. Næmingarnir koma nærum uttan undantak glað aftur í skúla og greiða frá, hvat tey hava upplivað, og at tey gjarna vildu verið longri í starvsvenjing.
Í ár hava næmingar í 10. flokki í Tvøroyrar skúla verið í starvsvenjing á hesum støðum (á summum støðum vóru tveir næmingar saman í starvsvenjing):
- Sport 24 í Klaksvík
- Sport 24 á Tvøroyri
- Sport 24 í SMS
- Sóljan Glaslist
- Bakaríið hjá Hans Olaf
- Varðin Pelagic
- Sp/F Hús v. Christian Sørensen
- Betri Trygging
- Toystovan á Tvøroyri
- Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini
- Frítíðarskúlin á Argjahamri
- Barnagarðurin Brosið í Hvalba
Fleiri myndir av næmingunum í starvsvenjing eru her (væntandi koma nakrar afturat í savnið):
https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=14217
(Fýra tær fyrstu myndirnar í savninum eiga ávíkavist Varðin Pelagic, Sport 24 í Klaksvík, Sport 24 á Tvøroyri og Toystovan)
Savn
- 10. flokkur á brandskeiði
- Deiligt kavaveður
- Landsstýrismaðurin á vitjan: "Vit mugu vanda okkum um orðini, tí tey hava stóra ávirkan!"
- KOJAK fekk øll í rættan jólahýr
- Hugnaligir jólaevnisdagar í Trongisvági
- Vikan, ið fór: Listaleypurin, tónleikur og jólahugni
- Vikan, ið fór: Valfepur - eisini í skúlanum
- Eg sjólívið valdi; Beinur fekk vitjan av 2.a og 2.b
- 2.b vitjar Hamragarð
- Spæliliðið hevur havt sína fyrstu uppgávu
- TB-arar vitjaðu 5. og 6. fl.
- Væleydnað evnisvika áðrenn vælkomna heystferiu :-)
- Akrobatikkur í ítrótti
- Felags lesiløtan verður afturvendandi
- SSP- undirvísing um góðar miðlavanar