Næmingaráðsfundur í mið- og hádeild fríggjadagin
Fríggjadagin 10. oktober verður næmingaráðsfundur aftur. Tað eru umboðini úr mið- og hádeildini, ið skulu á fund í 2. tíma.
Skráin:
1. Næmingaráðið - kunning og uppgávur
2. Fríkorter: Spøl og annað
3. Ymiskt
Gott, um allir flokkar hava tosað eitt sindur um spøl og annað, ið er gott at hava til fríkorter og fríløtur. Hvørji spøl eru góð? Um flokkurin slapp at velja onkur spøl, hvørji høvdu tey verið? Øll eru sjálvandi vælkomin við evnum, ið tey halda, næmingaráðið skal viðgera. Sigið tað við umboðini ella leggið eini boð í postkassan.
Myndin varð tikin í september, eru Silja og Rósa úr 4. flokki, Dagur og Eyðun úr 5. flokki, Lea og Emil úr 6. flokki, Rói og Jón úr 7. flokki, Oskar úr 8. flokki og Talita og Hans Hendrik úr 9. flokki. Sirið úr 7. flokki var burturstødd, tá myndin varð tikin.
Næmingaráðið í miðdeildini skipaði seg við Emil sum formanni og Degi sum næstformanni.
Næmingaráðið í hádeildini skipaði seg við Hans Hendriki sum formanni og Róa sum næstformanni.
Til heimini
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026
- Innskriving í Gluggan, skúlaárið 2026-2027
- Fráboðan um skrubb
- Gleðilig jól :-)
- Nakrar jólaligar løtur - okur síggjast kl. 17.00 til jólahald í SALT :-)
- Nærvera og gaman - ársins jólaevnisvika í mið- og hádeild er liðug