SALT var í morgun karmur um eina sera góða várkonsert. Á pallinum vóru Lena & Niclas og Guðrið Hansdóttir, ið avgjørt eru at rokna millum bestu sangarar/tónleikarar í Føroyum.
Klokkan gott 10 beyð Otto øllum næmingum úr 4.-9. flokki vælkomnum á konsert, greiddi frá skránni og fortaldi, hvussu glaður hann var fyri, at okur nú endiliga kunnu hittast aftur í størri bólkum til áhugaverd tiltøk.
Lena & Niclas komu síðan á pallin. Lena rúnarbant bæði lærarar og næmingar við sínum persónligu søgum og sera góðu rødd. Millum annað heitti hon á okum øll um at loyva okum at droyma og at fylgja okra dreymum.
Klokkan 11 var steðgur, og tá luttóku eldru næmingarnir í eini kahoot-kapping, sum Nám í samstarvi við Føroyar Lesa skipar fyri í samband við, at tað í dag er Móðurmálsdagur. Onkur trupulleiki gjørdi, at okur ikki sluppu við í kappingina beinanvegin, men hóast okur mistu á leið 8-10 spurningar, megnaðu fleiri av okra næmingum at koma heilt fitt upp á stigatalvuna.
Meðan tey eldru spældu kahoot, sluppu tey yngru at røra seg eina løtu og fingu okkurt gott til góman.
Eftir steðgin kom Guðrið Hansdóttir á pallin. Einsamøll við sínum gittara fylti hon allan pallin og sang eina perlu fyri og aðra eftir.
Meðan mið- og hádeildin vóru í SALTi, hugnaðu næmingarnir í innskúlingini sær í Trongisvági. Tróndur Enni og Lív Næs ríkaðu teimum løtuna, so allir okra næmingar hava fingið frálíkar sang- og hugnaløtur í dag.
Konsertin og sangløtan eru nú lidnar, og næmingarnir eru farnir heim í vikuskifti.
Ein serstøk tøkk til Steingrím, ið hevur samskipað tiltøkini í dag :-)