Várið er komið, og okur síggja nú endiliga aftur ein gerandisdag, sum tann, okur kendu, áðrenn korona kom og broytti heimin. Hetta merkir, at okur í skúlanum endiliga aftur kunnu samlast í størri bólkum. Morgunsangurin er aftur á skránni, og tað gleðast okur øll um.
Í morgin, fríggjadagin 25. mars, verður tónleikur í miðdeplinum í Tvøroyrar skúla.
Hjá innskúlingin í Trongisvági verður ein sang- og hugnaløta við Tróndi Enni klokkan 10.00. Fyrstu tveir timarnar er vanlig undirvísing, og skúladagurin endar klokkan 11.20, tá bussur koyrir næmingarnar heim.
Úti á Tvøroyri er eisini vanlig undirvísing tveir teir fyrstu tímarnar, men so verður farið við 4.-9. flokkunum í SALT til eina konsert við navnframu tónleikarunum Lenu & Niclas og Guðrið Hansdóttir.
Klokkan 11 er ein steðgur í konsertini, og tá er kahoot á skránni til eldru flokkarnar. Í samband við, at 25. mars er móðurmálsdagur, skipar Málráðið aftur í ár saman við Føroyar Lesa fyri einari kahoot-spurnakapping í føroyskum bókmentum og máli. Heitt verður á allar næmingarnar í 7.-9. flokki at taka kahoot-appina niður á telefonina.
Skúladagurin endar klokkan 12.00, tá bussar koyra næmingarnar heim.