5. flokkur farin ein túr til Fámjins
Korona hevur fingið okum at avlýst mangt og hvat, men tíbetur bilar hugflognum onki, og annað kemur á skrá í staðin fyri tað, ið neyðugt hevur verið at avlýst.
5. flokkur er í morgun farin ein túr til Fámjins, og her er frálíkt :-) Veðrið er gott; mjørki, lýtt og stilli, men sólin roynir at berjast við mjørkan, og okur vóna, at hon fer at vinna.
Næmingarnir vórðu avheintaðir í Tvøroyrar skúla klokkan 11 í morgun og koyrt varð beint til skúlan í Fámjin.
Tilhaldsstaðið er skúlin í Fámjin, ið er frá 1886. Birna, ið er einalærari her, greiðir frá, at okkurt tíðarskeið hava heili 55 næmingar gingið her samstundis. Tað er eitt sindur torført at ímynda sær í dag, nú einans ein næmingur gongur her í skúlanum.
Tey hava ikki verið her meir enn góðan hálvanannan tíma, men longu nú hava tey upplivað nokk so fitt. Summi hava verið og hjálpt til at koyrt hønuungar út, onkur hevur verið og heilsað upp á kaninir her í grannalagnum, summi eru úti og spæla, og onnur sita inni og spæla ymisk borðspøl og hugna sær.
Lærararnir Malla og Birna fyrireika í løtuni eina postarenning, ið fer í gongd um eina lítla løtu.
Á føstulávint vann flokkurin kappingina sum festligasti flokkur. Vinningurin var gávukort frá Pizzaria, og nú skal hetta brúkast. Næmingarnir hava valt sína yndispizzur, ið so verða koyrdar til Fámjins í kvøld.
Ætlanin er seinni at fara ein túr og eisini at hoyra onkra søgu og/ella sagnir úr søguríku bygdini.
”Nær skulu okur í song?”, spyr ein næmingur júst nú. ”Klokkan 11 sova okur øll, ha?”, er svarið frá læraranum, men tað ljóðar ikki heilt, sum næmingarnir eru heilt við upp á tað, men hvør veit? :-)
Í morgin eru ymisk spøl á skránni, áðrenn bussurin koyrir aftur á Tvøroyri klokkan 10.
Vónandi fáa tykur tveir góðar dagar í Fámjin :-)
nov. 2024