3. flokkur: Hvat hendir, tá tú blandar litir saman?
3. flokkur: Hvat hendir, tá tú blandar litir saman?
tann: 26.09.2023
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Í lærugreinini handaverki og list er mangt ymiskt á skránni. Fríggjadagin 8. september lærdi 3. flokkur um litir. Sjóneykan var sett á grundlitirnar reytt, gult og blátt, og so skuldi kannast, hvat hendi, tá tú blandar hesar litir. Tað ber jú væl til at fáa appilisingult, lilla og grønt, hóast tú ikki hevur hesar litirnar, tá tú byrjar. Her eru nakrar myndir frá degnum:
Tað eru Álvgerð, Elin og Lilja, ið hava 3. flokk í handaverki og list, so tey eru í góðum hondum :-)