Í góðveðrinum í gjár setti MS. Thorshavn kós úr Hvalba til Dímunar. Umborð vóru næmingar og lærarar úr 10. flokki og Føroya Eftirskúla (umframt nøkur ferðafólk). Eftirskúlin hevði fingið avtalu í lag við manningina á Thorshavn, og tá okur fingu tilboðið at koma við, var ikki neyðugt við langari umhugsunartíð. Sjálvandi koma okur við; tað er ikki hvønn dag, ein fær høvið at vitja hesa fjarskotnu oynna.
Sum sæst á myndunum, var veðrið sera gott, og hóast onkur hevði eitt sindur av sjóverki, gekk væl at koma út í Stóru Dímun. Tey allarflestu hættaðu sær eisini at fara upp á oynna, har bóndahjúnini bjóðaðu vaflur.
Í Dímun var tíð at hyggja seg um og njóta góðveðrið og góða útsýnið.
Á heimferðini bjóðaði manningin á Thorshavn lekra suppu, og hóast nakað av rulli, var túrurin heim góður. Ein sera góður dagur; ein sera góð uppliving. Ein stór tøkk til Eftirskúlan, at tey bóðu okum koma við :-)
---
Í dag hava okur havt samansjóvingardag: 10. flokkur á Tvøroyri, 10. flokkur í Vági og Føroya Eftirskúli. Næmingarnir á hesum trimum skúlum koma hetta komandi árið at hava fleiri lærugreinar og breytir saman, og tískil er týdningarmikið, at tey koma at kennast.
Veðrið skikkaði sær aftur væl í dag, og okur byrjaðu í morgun við Stórá, har Kristian, ið er flokslærari hjá 10. flokki í Vági, leiddi nøkur spøl.
Síðan var farið inn í plantasjuna at grilla.
Pylsur og breyð vórðu rivin vekk, og tað sindrið, ið leyp av, vóru likkurnar sera glaðar fyri.
Enn ein góður dagur!
Í morgin er breytadagar, og so er vikuskifti! Tíðin gongur skjótt :-)
Greinamyndina hava okur fingið frá Eftirskúlanum; hinar hava Otto, Mariann og Annika tikið.