Lagt út hevur: Alexandra Ripley
tann: 19.11.2025
Boð frá presti
Góðu foreldur og konfirmantar!
Nú styttist tíðin so líðandi til konfirmatiónina! Í tí sambandi vil eg biðja tykkum, foreldur, at koma á kontórið fríggjadag 14. november millum kl. 16-18. Ætlanin er at fáa konfirmantarnar innskrivaðar, og í tí sambandi skula tit hava dóps- ella navnabræv við. Kontórið er hjá NJM – ella millum Bónus og Toystovuna.
Um tað ikki liggur fyri at koma, verða tit biðin um at seta tykkum í samband við prestin, Anniku Magnussen Gaard, á telefonnummar 237327 ella á t-post annika@kirkjan.fo
Blíðar heilsanir
Annika Magnussen Gaard, prestur