
Handbók fyri superhetjur
Elias & Agnes Våhlund: Handbók fyri superhetjur
Handbók fyri superhetjur er at hoyra í barnaútvarpinum hesar dagar. At bókin - ella rættari bøkurnar - eru fangandi, merkja okur eisini á bókasavninum, tí fleiri hava spurt eftir júst hesum bókunum seinastu dagarnar.
Soleiðis stendur at lesa á baksíðuni á fyrstu bókini í røðini:
"Á einari av teimum niðastu hillunum var ein bók, ið var so reyð, at hon lýsti. "Handbók fyri superhetjur" stóð á rygginum á bókini. Lisa visti, at rættiligar superhetjur ikki vóru til. Samstundis tóktist tað eins og tosaði bókin við hana og bað hana taka seg upp og byrja at blaða í sær.
Lisa trívist ikki í nýggja skúlanum. Nakrir dreingir happa hana, og hvønn dag flýggjar hon undan teimum og krógvar seg á bókasavninum. Ein dagin kemur hon fram á eina bók, ið er um, hvussu tú kanst gerast superhetja við teimum 101 kynstrunum, sum er lýst í bókini. Kann hetta veruliga lata seg gera?
Ferðmikil, spennandi og vakurt um eina lítla gentu, sum tekur málið í egnar hendur."