
Føroyar lesa
Føroyar lesa
Tórsdagin 17. september 2020 setti landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, sjøtul á átakið Føroyar lesa. Átakið varpar ljós á lesing og lesigleði, og við átakinum vilja stigtakararnir eggja fólki at lesa meira.
Um eg ikki dugi at brúka uppvaskimaskinuna, lesi eg vegleiðingina, tá eg skal rokna, má eg lesa stykkini fyrst, og eg má lesa ferðaætlanir, um eg skal ferðast. Lesing er eitt amboð, sum okur brúka hvønn dag í størri ella minni mun. Okur lesa m.a. skelti, vegleiðingar, teldupostar, brøv og ikki minst boð og kjatt á sosialu miðlunum; í roynd og veru lesa okur nógv meir, enn okur geva okum far um.
Okur síggja og hoyra eisini nærum dagliga, at føroyskt er í sterkari kapping við onnur mál. Danskt hevur verið størsti kappingarneytin í longri tíð, men enskt hevur nú eisini av álvara bjóðað av. Um okur vilja styrkja og varðveita okra móðurmál, er neyðugt at varpa ljós á hetta, og Føroyar lesa-átakið er ein liður í hesum arbeiðinum. Føroyar lesa leggur seg fyrst og fremst eftir at fáa føroyingar at lesa á føroyskum.
Á heimasíðuni hjá átakinum Føroyar lesa, er mangt áhugavert at finna. Millum annað sært tú prei, ið vísa á áhugaverdar bøkur, kendar føroyingar, ið greiða frá sínum lesivanum, góð hugskot til skúlar og onnur um millum annað tað, tú skalt hugsa um, um tú ætlar at byrja ein lesibólk. Heimasíðuna kanst tú vitja her: https://www.xn--froyarlesa-0cb.fo/
Á heimasíðuni er eisini ein kapping, har tú hevur møguleika at vinna ein lesikrók til alla familjuni. Kappingina og vegleiðing finnur tú her: https://www.xn--froyarlesa-0cb.fo/kapping
Á bókasavninum eru nógvar føroyskar bøkur, og bókasavnið fær allar nýggjar bøkur, ið koma út á føroyskum. Somuleiðis er nakað av tilfari á donskum og enskum. Er okkurt, onkur ynskir, ið ikki er á bókasavninum, so verður roynt at skaffað útgávuna.