
Bókaviðmæli: Sum rótskot
Okur mæla tær til at lesa:
SUM RÓTSKOT (Marjun Syderbø Kjelnæs)
”Hvat gert tú, tá fólk látast sum einki, meðan heimurin verður týndur? Og hvat gert tú, tá ein sjúka hóttir við at taka tína bestu vinkonu frá tær? Tú hugsar kanska sum Pax: hygg her, eg eri 16 ár, ókey, chill, men tá tú veruliga, veruliga hevur fingið nokk av bullskitinum? Hvat tá?” (Baksíðan á Sum rótskot)
Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina Sum rótskot, sum Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað, út í fjør. Á heimasíðuni hjá Bókadeildini, stendur, at hetta er ”Ein bók, sum skrivar seg beint inn í tíðina, um umhvørvistrupulleikar og umsorgan fyri framtíðini.”
Bókin er eisini ein av bókunum, ið eru í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021.
Ein ungdómssøga, ið umframt umhvørvisaktivismu eisini viðger nógv onnur evni, ið hoyra okra samtíð til. Hóast bókin er lýst sum ungdómsskaldsøga, er hon avgjørt eisini verd at lesa hjá teimum meira tilkomnu.
So um tú ikki ert ein av teimum mongu, ið longu hava lisið bókina, mæla okur tær til at gera tað! Hon er sjálvandi til láns á bókasavninum :-)