5/3-21
Góðu foreldur !
Skúlin skal hervið boða frá, at vit hava fingið tvær fráboðanir um skrubb. Orsøkin til at børn, ungfólk ella vaksin fáa skrubb, er at ein hevur fingið eina skrubbmottu á seg. Øll kunnu fáa skrubb, og tíverri fer skrubb ikki burtur av sær sjálvum, men skal viðgerast beinanvegin.
Vit heita á tykkum foreldur um at lesa faldaran frá Gigni og at venda tykkum til kommunulæknan um ivamál eru. Hevur barn tykkara fingið staðfest skrubb, sigið so skúlanum frá alt fyri eitt! Meira kunning fæst við at lesa viðfesta faldaran frá Gigni
Vh. Leiðslan
Sum vanligt er, hava tit foreldur aftur í ár møguleika at seta ynski fram um eina eyka foreldraviðtalu við flokslærara og/ella aðrar lærarar í toyminum.
Tann dagurin er settur til 10. mars frá kl. 15.
Ynskja tit samtalu við onkran av okkum hendan dagin, verða tit biðin um at siga mær frá við at ringja ella skriva til mín í seinasta lagi fríggjadagin tann 5. mars.
Vinarliga vegna toymið í 8.b. - Mariann
Lagt út 5/2 - NÚ BYRJAR VERKÆTLAN
Sum tykur flestu vita, so byrjar verkætlanarvikan mánadagin 8. feb. Komandi vika verður sostatt skemafrí (ikki vanligar lærugreinar), men okur fara, sum vanligt, til arbeiðis hvønn dag kl 08.00.
Umráðandi er at møta stundisliga, tí okur byrja dagin við einum stuttum fundi, áðrenn øll fara "út í sínar bólkar" at arbeiða.
Gott er, um tykur hava teldur við. Um onkur er, sum ikki hevur teldu, vinarliga sigi okum frá, so okur kunnu leggja teldur av.
Bólkarnir fáa eitt høli í part, og skulu í mestan mun halda seg til tað. Tað er IKKI loyvt at órógva onnur og ganga ímillum hølini.
Bólkur 1 – Birna, Conni & Petra (Ung og rúsdrekka) verður í lívfrøði
Bólkur 2 – Búi, Rúni & Rasmus (Skutarir) verður í stovu 2/har sum tykur hava motorlæru
Bólkur 3 – Jónathan (alnótin) verður í lítla arbeiðsrúminum v/s hagvík
Bólkur 4 – Bjørt, Ranja & Sára (Sexisma) verður í ser/evning
Bólkur 5 – Elisa, Manja & Silja (Sosialir miðlar – Ung á netinum) verður í 8.a
Bólkur 6 – Maila, Rebekka & Sissal (Rasisma í Føroyum) verður í stóra arbeiðsrúminum/hagvík
Bólkur 7 – Ludvík, Reinar & Torkil – (Lógarbrot í Føroyum) verður í bókasavninum
Bólkur 8 – Hjartan, Olivur, Rókur & Tummas Pauli (Fótbóltur) verður í 8.b
Bólkur 9 – Elsebeth & Lea (Happing) verður í sjóvinnu/Stova 9
Hvønn dag kl. 14.00 møtast okur aftur og tá verður dagliga logbókin skrivað og skal verða avgreidd áðrenn kl. 15.00 hvønn dag.
Okur, Wivika og Mariann, verða tøkar allan skúladagin (til kl 15.00) sum vegleiðarar í skúlanum og fara at mingla í millum, har tørvur er á.
Allar flestu tykra hava longu gjørt eitt stórt og flott forarbeiðið, so væntandi verður úrslitið hareftir.
Framløgurnar verða ónsdagin 10. feb. fyrrapartin í skúlanum.
Vit gleða okkum til eina góða og læruríka viku.
Wivika & Mariann
Lagt út 1. februar 2021 - Verkætlan
Go´ðu næmingar
Um eina viku byrjar tykra verkætlan endiliga Sum tykur so´u i´ dag, høvdu allir bo´lkarnir ein spurdo´m og si´ðani 3-5 spurningar til tað evni, tey høvdu valt sær. Okur skulu hava ein spurdo´m og spurningar fra´ tykum, og freistin at senda okum hetta er o´nskvøldið a´ midna´tt. Okur skulu go´ðkenna tykra spurdo´m og spurningar a´ðrenn vikuskiftið, so tykur vita akkura´t, hvat tykur skulu arbeiða við i´ næstu viku
Her ein leinkja til, hvussu man velur spurdo´m https://snar.fo/uploads/tx_tcresources/Spurdomur.pdf
Fleiri hava enn ikki verið a´ Teams og funnið kanalina til verkætlanina. Roynið aftur i´ dag, og sigið fra´, um tað ikki riggar.
Wivika & Mariann
Lagt út 26.jan 2021 - Verkætlan
Í áttinda flokki skulu næmingarnir royna seg við verkætlan. Hetta er ikki eitt evnisarbeiði, men heldur eitt spurdómsstýrtarbeiði. Okur eru so smátt byrjað at fyrireika hetta arbeiði. Tað er í eina viku frá 8. Feb til og við 12. Feb. Tá eru næmingarnir “skemafríir” og kunnu tí betri hugsavna seg um verkætlanararbeiðið.
Okur hava prátað við næmingarnar, og flestu arbeiða í bólki, og onkur arbeiður stakur. Flestu bólkar hava valt sær eitt evni, og hava gjørt sær nakrar tankar um, hvat ið hetta skal ganga út uppá. Men enn eru nøkur, sum ikki heilt eru komin í gongd. Tað er upplagt hjá tykum at spyrja tey, hvørjum tey eru í bólki við, hvussu gongur og hvat evni, tey hava valt sær. Tykur eru jú eisini ein vitanarbanki, sum tey kunnu brúka til hetta arbeiði.
Týsdagin 2.feb. verða spurdómarnir fastlæstir, t.v.s. at tað tey undrast mest á og skulu kanna, verður ikki broytt eftir hetta.
Inni á Teams hava okur gjørt rásir til hvønn bólk, har tey kunnu samskifta við hvønn annan og okum lærarar. Okur hava biðið allar næmingarnar fara inn á teams og vita, um hetta virkar.
Vinarliga
Mariann og Wivika
?Lagt út 4.12.20
Kunning um jólaevnisvikuna í komandi viku
Dagarnir frá mánadegnum 7. til fríggjadag 11. des. 2020, verður jólaevnisvika í Tvøroyrar skúla.
Skráin hesar dagar:
Kl. 8.00-8.30 - Flokslæraraløta m.a. taka pakka
Kl. 8.30-8.40 - Støðgur
Kl. 8.40-10.20 - Verkstað 1
Kl. 10.20-10.40 - Støðgur
Kl. 10.40-12.20 - Verkstað 2
Kl. 12.20 - Skúladagurin liðugur
Sí vikuætlan fyri at síggja hvat verkstað tykur skulu á ;-)
Mariann
Lagt út 23.11.20
Týsdagin byrja jólaroyndirnar hjá 8. flokki. Hetta er fyrstu ferð, tey skulu til roynd. Tað verður skipað sum ein arbeiðsroynd, tí er faklærari hjá flokkinum. Umráðandi er, at næmingarnir boða frá, um teir ikki kunnu hava egna teldu við - Jón hevur spurt í flokkinum, men sigið frá, um onkur ikki var har tá.
8.a og b í stovu 6 og 7 | At hava við til royndina | |||
Føroyskt (AR) Týsd. 01. des | 08:15 – 09:45 Máluppgáva 09:45 – 10:15 Steðgur 10:15 – 13:45 Framseting | Teldu, smátalarar (headset), heftið um at skriva stíl (gult heftið við ymsum frymlum), matpakka og okkurt drekkandi ;-) | ||
Danskt (PO) Ónsd. 02. des | 08:15 – 09:45 Máluppgáva 09:45 – 10:15 Steðgur 10:15 – 13:45 Framseting | Teldu, smátalarar (headset), heftið um at skriva stíl (gult heftið við ymsum frymlum), matpakka og okkurt drekkandi ;-) | ||
Enskt (MD) Tórsd. 03. des | 08:15 – 09:45 Máluppgáva 09:45 – 10:15 Steðgur 10:15 – 13:15 Framseting | Teldu, smátalarar (headset), heftið um at skriva stíl (gult heftið við ymsum frymlum), matpakka og okkurt drekkandi ;-) | ||
Støddfrøði (MM) Fríggjd. 04. des | 08:15 – 09:15 Fimisrokning 09:15 – 09:45 Steðgur 09:45 – 13:45 Greiðslurokning | Teldu, støddfrøði hondbókina, penalarhús, passara, vinkulmátara, gamlar uppgávur og sjálvandi ein góðan matpakka og okkurt drekkandi ;-) | ||
Næmingar møta í minsta lagi 15 min. áðrenn royndin byrjar. |
Vinarliga, toymið í 8.b
Lagt út 13.11.20
Góðu foreldur,
Jólini nærkast í hvørjum, og standa næmingarnir í 8.flokki fyri tørni at pakka jólapakkarnar til jólahaldið hjá kommununi, og verður hetta gjørt mánadagin 23.nov. kl.15.00. í býráðssalinum.
Sjálvt jólahaldið verður tann 29.nov. Og til jólahaldið skal hvør næmingur baka 1 kilo av bollum, hita 2-3 pakkar av kakao (kakao fáa tey heim við mánadagin 23.)
Nakrir næmingar skulu vera jólamenn og deila pakkar út. Og hini bjóða kakao og bollar. Møguliga deila tey karamellur út, tá tey minnu trøini í sóknini skulu tendrast.
So ætla okur at vita, hvørji foreldur kunnu hjálpa til við pakking og til jólahaldið?
Vinarliga Wivika og Mariann
2/11-20
Góðu foreldur
So er aftur tíð til foreldraviðtalur.
Okur hava valt at hava tær týsdagin 17/11. Um onkur ikki fær møtt, sigið so frá. Okur hava sett 10 min av til hvønn næming hjá hvørjum lærara.
Tíðirnar eru eftir nær tykur koma inn til mín, Mariann. Eftir tað fara tykur víðari til hinar lærararnar í flokkinum.
15.00 - Torkil
15.10 - Gunnleif
15.20 - Tummas Pauli
15.30 - Birna
15.40 - Sissal
15.50 - Rebekka
16.00 - Rókur
16.10 - Petra
16.20 - Manja
16.30 - Conni
16.40 - Olivur
16.50 - Maila
17.00 - Jónathan
Vinarliga,
Alexandra, Poul, Wivika og Mariann
jun. 2022