06.04.2021
Bólkayvirlit til framløgurnar í søgu tann 8. apríl:
Bólkur 1: Sosialisma
Ranja, Elisa, Hjartan, Rúni og Silja.
Bólkur 2: Konservatisma
Bjørt, Reinar, Búi og Lea
Bólkur 3: Liberalisma
Sára, Elsebeth, Ludvík og Rasmus.
--------------------------------------------------
Lagt út 04.03.21
Góðu foreldur !
Skúlin skal hervið boða frá, at vit hava fingið tvær fráboðanir um skrubb. Orsøkin til at børn, ungfólk ella vaksin fáa skrubb, er at ein hevur fingið eina skrubbmottu á seg. Øll kunnu fáa skrubb, og tíverri fer skrubb ikki burtur av sær sjálvum, men skal viðgerast beinanvegin.
Vit heita á tykkum foreldur um at lesa faldaran frá Gigni og at venda tykkum til kommunulæknan um ivamál eru. Hevur barn tykkara fingið staðfest skrubb, sigið so skúlanum frá alt fyri eitt! Meira kunning fæst við at lesa viðfesta faldaran frá Gigni
Vh. Leiðslan
Sum vanligt er, hava tit foreldur aftur í ár møguleika at seta ynski fram um eina eyka foreldraviðtalu við flokslærara og/ella aðrar lærarar í toyminum.
Tann dagurin er settur til 10. mars frá kl. 15.
Ynskja tit samtalu við onkran av okkum hendan dagin, verða tit biðin um at siga mær frá við at ringja ella skriva til mín í seinasta lagi fríggjadagin tann 5. mars.
Vinarliga vegna toymið í 8.a. - Wivika
Lagt út 5/2 - NÚ BYRJAR VERKÆTLAN
Sum tykur flestu vita, so byrjar verkætlanarvikan mánadagin 8. feb. Komandi vika verður sostatt skemafrí (ikki vanligar lærugreinar), men okur fara, sum vanligt, til arbeiðis hvønn dag kl 08.00.
Umráðandi er at møta stundisliga, tí okur byrja dagin við einum stuttum fundi, áðrenn øll fara "út í sínar bólkar" at arbeiða.
Gott er, um tykur hava teldur við. Um onkur er, sum ikki hevur teldu, vinarliga sigi okum frá, so okur kunnu leggja teldur av.
Bólkarnir fáa eitt høli í part, og skulu í mestan mun halda seg til tað. Tað er IKKI loyvt at órógva onnur og ganga ímillum hølini.
Bólkur 1 – Birna, Conni & Petra (Ung og rúsdrekka) verður í lívfrøði
Bólkur 2 – Búi, Rúni & Rasmus (Skutarir) verður í stovu 2/har sum tykur hava motorlæru
Bólkur 3 – Jónathan (alnótin) verður í lítla arbeiðsrúminum v/s hagvík
Bólkur 4 – Bjørt, Ranja & Sára (Sexisma) verður í ser/evning
Bólkur 5 – Elisa, Manja & Silja (Sosialir miðlar – Ung á netinum) verður í 8.a
Bólkur 6 – Maila, Rebekka & Sissal (Rasisma í Føroyum) verður í stóra arbeiðsrúminum/hagvík
Bólkur 7 – Ludvík, Reinar & Torkil – (Lógarbrot í Føroyum) verður í bókasavninum
Bólkur 8 – Hjartan, Olivur, Rókur & Tummas Pauli (Fótbóltur) verður í 8.b
Bólkur 9 – Elsebeth & Lea (Happing) verður í sjóvinnu/Stova 9
Hvønn dag kl. 14.00 møtast okur aftur og tá verður dagliga logbókin skrivað og skal verða avgreidd áðrenn kl. 15.00 hvønn dag.
Okur, Wivika og Mariann, verða tøkar allan skúladagin (til kl 15.00) sum vegleiðarar í skúlanum og fara at mingla í millum, har tørvur er á.
Allar flestu tykra hava longu gjørt eitt stórt og flott forarbeiðið, so væntandi verður úrslitið hareftir.
Framløgurnar verða ónsdagin 10. feb. fyrrapartin í skúlanum.
Vit gleða okkum til eina góða og læruríka viku.
Wivika & Mariann
Lagt út 1. februar 2021 - Verkætlan
Go´ðu næmingar
Um eina viku byrjar tykra verkætlan endiliga Sum tykur so´u i´ dag, høvdu allir bo´lkarnir ein spurdo´m og si´ðani 3-5 spurningar til tað evni, tey høvdu valt sær. Okur skulu hava ein spurdo´m og spurningar fra´ tykum, og freistin at senda okum hetta er o´nskvøldið a´ midna´tt. Okur skulu go´ðkenna tykra spurdo´m og spurningar a´ðrenn vikuskiftið, so tykur vita akkura´t, hvat tykur skulu arbeiða við i´ næstu viku
Her ein leinkja til, hvussu man velur spurdo´m https://snar.fo/uploads/tx_tcresources/Spurdomur.pdf
Fleiri hava enn ikki verið a´ Teams og funnið kanalina til verkætlanina. Roynið aftur i´ dag, og sigið fra´, um tað ikki riggar.
Wivika & Mariann
Lagt út 26. jan 2021 - Verkætlan
Í áttinda flokki skulu næmingarnir royna seg við verkætlan. Hetta er ikki eitt evnisarbeiði, men heldur eitt spurdómsstýrtarbeiði. Okur eru so smátt byrjað at fyrireika hetta arbeiði. Tað er í eina viku frá 8. Feb til og við 12. Feb. Tá eru næmingarnir “skemafríir” og kunnu tí betri hugsavna seg um verkætlanararbeiðið.
Okur hava prátað við næmingarnar, og flestu arbeiða í bólki, og onkur arbeiður stakur. Flestu bólkar hava valt sær eitt evni, og hava gjørt sær nakrar tankar um, hvat ið hetta skal ganga út uppá. Men enn eru nøkur, sum ikki heilt eru komin í gongd. Tað er upplagt hjá tykum at spyrja tey, hvørjum tey eru í bólki við, hvussu gongur og hvat evni, tey hava valt sær. Tykur eru jú eisini ein vitanarbanki, sum tey kunnu brúka til hetta arbeiði.
Týsdagin 2.feb. verða spurdómarnir fastlæstir, t.v.s. at tað tey undrast mest á og skulu kanna, verður ikki broytt eftir hetta.
Inni á Teams hava okur gjørt rásir til hvønn bólk, har tey kunnu samskifta við hvønn annan og okum lærarar. Okur hava biðið allar næmingarnar fara inn á teams og vita, um hetta virkar.
Vinarliga
Mariann og Wivika
Lagt út 22/1-21
Góðu foreldur,
Okur hava ein kalendara hangandi uppi í flokshølinum, har okur lærarar skriva innlatingar o.a. á, har tað er meiningin, at næmingarnir fáa fylgt við og taka ábyrgd av nær stílar og greiðslurokning verður latið inn.
Í føroyskum og enskum havi eg (WS) givið næmingunum tvey stílheftir, eitt til føroyskt og hitt til enskt. Á forsíðuni á báðum heftunum standa trý ymisk dato á, t.v.s. at tey velja sær eitt nýtt evni til hvørja innlating. Tey gera sjálvi av, nær stílarnir vera latnir inn, bara tað ikki fer um síðstu freist, t.d. hava tey ein stíl til 25.jan, so ber til at lata inn til kl.00.00.
Annars skulu okur minna á, at tá næmingar hava verið burtur, skulu tey hyggja í grøna kassan á hillini í heimastovuni, tá tey koma aftur.
15. januar | Føroyskur stílur |
20. januar | Greiðslurokning |
26. januar | Enskur stílur |
8.februar -12.februar | Verkætlan |
18. februar | Føroyskur stílur |
23. februar | Greiðslurokning |
26. februar | Danskur stílur |
1. mars | Enskur stílur |
8. mars | Føroyskur stílur |
17. mars | Greiðslurokning |
18. mars | Danskur stílur |
24. mars | Enskur stílur |
21. apríl | Greiðslurokning |
?
Leinkið til gamla snar, har sum Les 1 bókin liggur inniá. 20/1-21
Les 1: tekstasavn til framhaldsdeild - Google Bøger
Leinkja til samfelagsfrøði 25. jan. 2021 (er lagt út. 18. jan.)
https://docs.google.com/document/d/17J-zmLOwN9O8EoOmXYaVVP_hwWB0e2ea20We5KS144Q/edit?usp=sharing
Leggið tykkara leinkju inn á tykkara "kassa", áðrenn fr. dagin 22. jan.
VH Hildur
________________________________
Lagt út 23.11.20
Týsdagin byrja jólaroyndirnar hjá 8. flokki. Hetta er fyrstu ferð, tey skulu til roynd. Tað verður skipað sum ein arbeiðsroynd, tí er faklærari hjá flokkinum. Umráðandi er, at næmingarnir boða frá, um teir ikki kunnu hava egna teldu við - Jón hevur spurt í flokkinum, men sigið frá, um onkur ikki var har tá.
8.a og b í stovu 6 og 7 | At hava við til royndina | |||
Føroyskt (WS) Týsd. 01. des | 08:15 – 09:45 Máluppgáva 09:45 – 10:15 Steðgur 10:15 – 13:45 Framseting | Teldu, smátalarar (headset), heftið um at skriva stíl (gult heftið við ymsum frymlum), matpakka og okkurt drekkandi ;-) | ||
Danskt (An) Ónsd. 02. des | 08:15 – 09:45 Máluppgáva 09:45 – 10:15 Steðgur 10:15 – 13:45 Framseting | Teldu, smátalarar (headset), heftið um at skriva stíl (gult heftið við ymsum frymlum), matpakka og okkurt drekkandi ;-) | ||
Enskt (WS) Tórsd. 03. des | 08:15 – 09:45 Máluppgáva 09:45 – 10:15 Steðgur 10:15 – 13:15 Framseting | Teldu, smátalarar (headset), heftið um at skriva stíl (gult heftið við ymsum frymlum), matpakka og okkurt drekkandi ;-) | ||
Støddfrøði (HF) Fríggjd. 04. des | 08:15 – 09:15 Fimisrokning 09:15 – 09:45 Steðgur 09:45 – 13:45 Greiðslurokning | Teldu, roknimaskinu, støddfrøði hondbókina, penalarhús, passara, vinkulmátara, gamlar uppgávur og sjálvandi ein góðan matpakka og okkurt drekkandi ;-) | ||
Næmingar møta í minsta lagi 15 min. áðrenn royndin byrjar. |
Vinarliga toymið í 8.a
22/11-20
Góðu foreldur,
So er aftur tíð til foreldraviðtalur. Næmingarnir eru sjálvsagt vælkomnir við!
Okur hava valt at hava tær ónsdagin 25/11-20. Um onkur ikki fær møtt, ella um tykur býta um tíðir tykra millum, vinarliga sigið mær frá. Okur hava sett 10 min av til hvønn næming hjá hvørjum lærara.
Tíðirnar eru eftir nær tykur koma inn til mín, Wiviku. Eftir tað fara tykur víðari til hinar lærararnar í flokkinum.
14.00 - Lea
14.10 - Elisa
14.20 - Ludvík
14.30 - Sára
14.40 - Elsebeth
14.50 - Reinar
15.00 - Bjørt
15.10 - Hjartan
15.20 - Rasmus
15.30 - Ranja
15.40 - Rúni
15.50 - Búi
Vinarliga,
Toymið í 8.a - Annika, Hildur & Wivika
Lagt út 13.11.20
Góðu foreldur,
Jólini nærkast í hvørjum, og standa næmingarnir í 8.flokki fyri tørni at pakka jólapakkarnar til jólahaldið hjá kommununi, og verður hetta gjørt mánadagin 23.nov. kl.15.00. í býráðssalinum.
Sjálvt jólahaldið verður tann 29.nov. Og til jólahaldið skal hvør næmingur baka 1 kilo av bollum, hita 2-3 pakkar av kakao (kakao fáa tey heim við mánadagin 23.)
Nakrir næmingar skulu vera jólamenn og deila pakkar út. Og hini bjóða kakao og bollar. Møguliga deila tey karamellur út, tá tey minnu trøini í sóknini skulu tendrast.
So ætla okur at vita, hvørji foreldur kunnu hjálpa til við pakking og til jólahaldið?
Vinarliga Mariann og Wivika
Evnisdagar 9. og 10. nov. (er lagt út 06. nov.)
Í samband við kommunuvalið, sum verður týsdagin 10. nov. hava 8., 9. og 10. fl. evnisardagar 9. og 10. nov. Sí hjálagda skjal.
Sostatt verður ikki vanligur skúladagur mánadagin og týsdagin. Øll hava tó pennahús við.
/content/upload/1/root/evnisdagar-kommunuvali-2020.pdf
Við toymið handan 8.a
_____________________________
Viðv. innlatingarhefti til greiðslurokning (er lagt út 19.okt.)
At hava við í skúla ónsdagin 21. okt.
Nú, vit skjótt aftur fara at arbeiða við innlatingum av greiðslurokning, skulu allir næmingar hava eitt roknihefti, bert til innlating.
Gott, um tað er eitt A4 stødd hefti, sum tað á myndini.
Vh Hildur
_______________
Viðv. Støddfrøði (er lagt út 14. sep.)
?
Nú er vanlig tímatalva byrjað og vit fara í eina tíð framyvir, við síðuna av vanligu støddfrøðibókini, at arbeiða við emat.dk. Hetta er støddfrøði uppgávur, sum eg gevi tykkum at loysa á telduni.
Ætlanin er, at tit her rokna teir mest grundleggjandi roknihættirnar og so eitt sindur av venjing av ymiskum, sum vit arbeiða við í bókini.
Ætlanin er, at tit fáa eina viku at gera 10 smáar uppgávur. Uppgávurnar skulu gerast heima TIL hvønn ónsdag. Nýggjar uppgávur verða lagdar út hvønn ónsdag og so kunnu tit velja at gera nakrar uppgávur, tá tað passar tykkum best. Tær skulu bara allar vera lidnar og latnar inn áðrenn hvønn ónsdag.
Ætlanin er sjálvandi, at tit IKKI brúka roknimaskinu, men bert blýant og kladdupappír. Um tit ivast, hava tit møguleika at leita tykkum hjálp, undir hvørjari einstakari uppgávu. Har liggur bæði eitt skrivligt dømu um uppgávuna og eitt ella tvey stutt videobrot, har greitt verður frá.
Tá tit lata inn, síggja tit, hvussu nógv % er rætt. Eg vil hava at tit eru tætt uppá 80%. Eru tit langt undir, so er at royna umaftur :)
Øll hava fingið eitt lætt loyniorð at brúka til síðuna og tit hava lært at brúka tað í skúlanum og nú er bara eitt at siga: Góðan arbeiðshug :)
Vh Hildur
jun. 2022