Góðu foreldur! 6. Apríl 2021
Okur fara norðureftir í morgin 7. Apríl 2021 at síggja sangleikin “Leyvu kongurin”. Okur hava spurt okum fyri um veðrið, og tað verður sagt, at tað fer at rulla eitt sindur tað fyrsta korterið, og so skuldi verið gott.
Okur møta í seinasta lagi kl. 5:45 á Krambatanga.
Vælskøddur bussur bíðar eftir okum í Havn. Ongin serligur vindur verður, so tað skuldi verið gott at koyrt.
Koma suður aftur kl. 16:00
At hava við:
Avgjørt er, at næmingarnir ikki hava telefonir við norðureftir, og um onkur átrokandi boð eru, so eru tykur vælkomin at ringja til ein av okum
Malla 250849
Álvgerð 255544
Annika Jespersen 788045
12.03.2021
Broytingar í viku 10.
Eg verði burturstødd frá komandi mánadegi og nakrar dagar fram. Eg havi tí gjørt nakrar broytingar í ætlanini í donskum fyri hesa vikuna. Vit vóru byrjaði uppá Gummi-Tarzan, men vit leggja hana til síðis, til eg komi aftur.
Ymiskir vikarar koma at taka mínar tímar, men eg havi skriva á vikuætlanini hvat skal gerast til tímarnar og til hvønn dag.
Vh.
Annika
05.03.2021
Kunning um viku 10 (8.-12. mars)
Allir næmingar í skúlanum hava í dag fingið ein faldara um skrubb frá Gigni og eitt bræv frá skúlastjóranum heim við. Eg vil heita á tykkum um at lesa hetta væl og at tit taka tey atlit sum skulu takast í stórsta álvara, tí einans í felag fáa vit bast hesum trupulleikanum. Um tit hava tann minsta varhugan av, at barn tykkara kann verða smitta, so er týdningarmikið at tit boða mær frá beinanvegin. Soleiðis at vit í skúlanum vita hvussu umfatandi spjaðingin er og so at vit kunnu taka øll tey atlit, sum skulu takast fyri at forða smittuspjaðing. Um tit fáa illgruna um smittu, kannið so hetta hjá kommunulækna beinanvegin.
Av tí at støðan er sum hon er, vil eg enn einaferð heita á tykkum, um at syrgja fyri at barn tykkara hevur alla tað skúlaútgerð sum krevst við í skúla, so sum blýantar, viskileður, lineal, spískara, litir o.s.frv. Tað ber ikki til at lána, hvørki frá skúla ella floksfelagum. Minnist eisini til at hjálpa barn tykkara at pakka taskuna rætt, tí tað ber ikki til at lána bøkur millum sín.
Í støddfrøði eru vit nú liðug við teimum blandaðu uppgávunum og byrja vit týsdagin uppá kap. 3 "Desimaltøl".
Í donskum eru vit byrjaði at lesa okkara fyrstu novellu, Gummi-Tarzan. Vit halda áfram í komandi viku at lesa um hvussu tað fer at ganga hjá Ivan Olsen og loysa ymiskar uppgávur í samband við bókina.
Í kristni fara vit at lesa um søgu Ísraels, tjaldtemplið, templi í Jerusalem, sýnagoguna, kirkjuna.
Í søgu fara vit á hesum sinni at enda evnið víkingatíð og í næstum fara vit undir evnið tíðliga
miðøld.
Sum vanligt er, hava tit foreldur aftur í ár møguleika at seta ynski fram um eina eyka foreldraviðtalu við flokslærara og/ella aðrar lærarar í toyminum.
Tann dagurin er settur til 10. mars frá kl. 13.30.
Ynskja tit samtalu við onkran av okkum hendan dagin, verða tit biðin um at siga mær frá við at ringja ella skriva til mín í seinasta lagi mánadagin tann 5. mars.
Gott vikuskifti :)
Vh.
Annika
-------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
04.03.2021
Skrubb
Góðu foreldur !
Skúlin skal hervið boða frá, at vit hava fingið tvær fráboðanir um skrubb. Orsøkin til at børn, ungfólk ella vaksin fáa skrubb, er at ein hevur fingið eina skrubbmottu á seg. Øll kunnu fáa skrubb, og tíverri fer skrubb ikki burtur av sær sjálvum, men skal viðgerast beinanvegin.
Vit heita á tykkum foreldur um at lesa faldaran frá Gigni og at venda tykkum til kommunulæknan um ivamál eru. Hevur barn tykkara fingið staðfest skrubb, sigið so skúlanum frá alt fyri eitt. Meira kunning fæst við at lesa viðfesta faldaran frá Gigni
Vh Leiðslan
-----------------------------------------------------------------------
----------------------------------------------------------
19.02.2021
Í komandi viku fara 4. flokkarnir at arbeiða saman við verkætlan.
Annika og Álvgerð eru um flokkarnar alla vikuna.
at hava við:
- matpakka og drekkidunk
- penalarhús
Mánadagin 8:00 - 12:30
Týsdagin 8:00 - 13:15
Onsdagin 8:00 - 11:20
Tórsdagin 8:00 - 13:15
Fríggjadagin 8:00 - 11:20
12.02.2021
Kunning um viku 7 (15.-19. febuar)
Mánadagin fara vit at sláa tunnu og at hugna okkum. Øll møta kl. 8.00 og eru vælkomin til at møta grýluklødd í skúla. Skúladagurin endar kl. 12.00.
Føroya Bjór hevur játtað at stuðla næmingarráðnum við vinningum til stuttligastu, kreativastu og óhugnaligastu grýlurnar. Harumframt verður eisini ein vinningur til flokkin, ið er "mest við uppá tað".
Vónandi møta øll grýluklædd ella hava grýluklæðir við, vit hava stundir at gera okum klár áðrenn vit fara at sláa :)
Týsdagurin er frídagur.
Ónsdagin hava vit danskt og vit fara at halda áfram við mállæruuppgávum og ar arbeiða við tey 120 mest nýttu donsku orðunum.
Í viku 8 fara vit í 4. flokki at arbeiða við verkætlan alla vikuna og fara vit ónsdagin at tosa um hetta og fyrireika okkum uppá hetta arbeiði.
Í søgu koma vit at arbeiða við tí síðsta partinum um bardagan um valdið í Føroyum.
Tórsdagin enda vit í støddfrøði kapp. um býting og fara vit samstundis at taka saman um sambandið millum falding og býting. Hóast vit steðga við hesum evni eina tíð, so vil eg heita á tykkum um at halda áfram at venja tabellirnar dagliga.
Vh.
Annika
------------------------------------------------------------
05.02.2021
Kunning um viku 6 (8.-12. februar)
Í seinastu viku yvirnáttaðu vit í skúlanum og høvdu vit tað so sera hugnaligt og stuttligt. Hetta hevði ikki rigga líka væl, uttan góðu hjálpina frá tykkum, takk fyri tað :)
Í komandi viku halda vit í støddfrøði áfram at arbeiða við samband millum falding og býting. At duga tabellirnar er ein týdningarmikil partur av at arbeiða við falding og býting og er tað tí sera umráðandi at tit venja tabellirnar heima dagliga.
Í donskum halda vit áfram at venja tey 120 mest nýttu orðini og at loysa ymiskar mállæruuppgávur.
Av tí at vit fingu eitt telduskeið ónsdagin í síðstu viku, so komu vit ikki ígjøgnum alt vit ætlaðu í kristni og fara vit tí at lesa um einkjuna í Sárepta og Jónas í komandi viku.
Í søgu halda vit áfram at lesa um bardagan um valdið í Føroyum í víkingatíð.
-----------------
02.02.2021
Kunning!!
Vit hava telduskeið 1. og 2. tíma við Hildur Fjørdal. Hon fer at læra okkum at nýta office365 enn meira og enn betur.
Vh.
Annika
?----------------------------------------------
31.01.2021
Kunning um viku 5 (1. - 5. feb)
Í støddfrøði fara vit í hesu viku at byrja uppá kap. um samband millum falding og býting. Venjið tabellirnar væl til týsdagin.
Í donskum fara vit í hesu viku at enda við skaldskapagreinini "Gys og grin. Vit arbeiða í løtuni eisini við teimum 120 mest nýtti orðunum í donskum og halda vit áfram við hesum hesa vikuna.
Í kristni halda vit áfram at lesa um persónar í Bíbliuni og fara vit at lesa um einkjuna í Sárepta og Jónas.
Í søgu halda vit áfram at lesa um bardagan um valdið Føroyum í víkingatíð. Vit arbeiddi í síðstu viku við rúnum, sum er stavirnar ið nýttar vóru í víkingatíð og ynsktu fleiri at halda áfram við hesum heima. Hugsanin er at vit heingja teirra arbeiði (myndirnar av rúnasteinum) upp í flokkinum og so kunnu tey taka myndirnar heim við, tá vit eru liðug við evni. So tey sum hava tikið teirra "rúnastein" heim við, skulu taka hann við mánadagin.
Tórsdagin fara vit sum sagt at yvirnátta í skúlanum og gleða vit okkum øll sera nógv til hetta :) Vit hava atkvøtt um ymisk uppskot til náttura tórsdagin og fekk uppskotið, pizza frá hotellinum nógv flestar atkvøður. Ætlanin er, at øll taka 100 kr. við í seinasta lagið mikudagin og so bíleggi eg tað pizzu, sum tey ynskja. Avlopið av peninginum fer til at keypa saltstengur/chips til kvøldið. Um onkur ynskir at hava sodavatn ella bomm við tórsdagin, so kunnu tey sjálvi hava tað við, men vit hava eisini saft og kaku.
Á facebooksíðuni hjá flokkinum, geri eg ein lista yvir hvat okkum tørvar til tórskvøldið og til morgunmatin. So hugsi eg, at tit foreldur seta tykkum á tann postin, sum tit ynskja at vera á. Vit hava køliskáp í skúlanum, so til ber at koma við ymiskum gjøgnum vikuna.
Vónandi taka tit undir við øllum hesum :)
Skráin er hendan:
Møta í floksstovuni kl. 18.
Fara til borðs uml. kl. 19.
Hugni og spøl til uml. 21.
Hyggja eftir einum filmi, sum tey sjálvi eru blivin samd um (og sum eg havi góðkent;)
Góða nátt ZZZZzzzzzzz uml. kl. 22.30.
Morgunmat uml. kl 8.30
Hugna okkum saman til kl. 11.20.
At hava við:
Soviposa/dýnu + undirlag
Tannbust
eina sovibamsi/sovidýr um hug er til tess
Onga skúlatasku.
Brettspøl um tit hava hug.
Telefonir kunnu koma við, men eg savni tær inn sum vant.
Eingi elektrisk tól, so sum iIpad, Nintende og tílíkt skullu við.
Gott lag :)
Vinarliga heilsan
Annika
26.01.2021
22.01.2010
Kunning um viku 4 (25.-29. januar)
Í donskum halda vit áfram við evninum "Gys og grin" og vit arbeiða við søguni "Mysteriet om Frankensteins ben.
Í søgu eru vit komin til føroyinga søgu og fara at lesa um bardagar um valdið í Føroyum.
Í kristni komu vit ikki heilt á mál, tí eg var burturstødd í vikuni, og vit lesa tí Sálomon og einkjan í Sárepta ónsdagin.
Í støddfrøði eru vit nú liðug við at arbeiða við negativ tøl og byrja uppá kap. "At falda í rútatalvu". Tað er tí sera umráðandi at øll venja tabellinar dagliga heima, tí tað er einasti máti at koma til at duga tær og tað vil lætta so nógv um hjá barninum í skúlanum. Serstakliga nú tølini gerast størri og vit í næstum koma at arbeiða enn meira við sambandi millum falding og býting.
Leggi til merkis, at vit framyvir ikki koma at rokna allar síður og øll stykkir á øllum síðum í bókini. Eg velji ymiskt út , sum vit skulu arbeiða við í bókini og so hava vit ymiskt annað tilfar afturat í skúlanum, so sum teldur, spøl og arbeiðsheftir.
Tórsdagin í komandi viku fara vit at sova í skúlanum. Meira kunning kemur um hetta í komandi viku.
Gott vikuskifti :)
Vinarliga heilsan
Annika
-----------------------------------------------------
15.01.2021
Kunning um viku 3 (18.-22. januar)
Í donskum halda vit áfram at arbeiða við skaldskapagreinini "Gys og grin" og søguna "Balladen om den forsvundne mumie".
Øll hava fingið "Ny diktat for alle" heim við og skulu venja diktat "Kong Midas 9" til ónsdagin. Kannið eftir, at ongar uppgávur mangla at gerast fram til og við s. 25.
Í støddfrøði eru vit nú liðug við kapitlinum "At leggja saman og draga frá" og fara vit undir at arbeiða við negativ tøl týsdagin.
Í hesi vikuni hava vit loyst pluss-og minusuppgávur á emat.dk. Vit koma javnan í hesum skúlaárinum, at arbeiða við emat í skúlanum og heima.
Tað hevur alstóran týdning at næmingarnar saman við foreldrum fyrireika seg uppá hvat skal roknast næsta dag. Ikki rokna síðurnar heima, men tosið um, hvat tað er sum arbeiðast skal við næsta dag.
Í kristni halda vit áfram at lesa um persónar í Bíbliuni. Í hesi viku lesa vit um tá Dávid gert kongur og um vísi Sálomon.
Í søgu hava vit lisið og tosa um hvør búsettist fyrst í Føroyum og um írskir munkar og víkingar í Føroyum. Í komandi viku halda vit áfram lesa vit um fólk í víkingatíð, hvar munnu víkingar hava verið? Hvat man tað vera at fara í víking?
Ein broyting er aftur í tímatalvuni. Vit hava aftur kristni 3. og 4. tíma ónsdag og støddfrøði og søgu 3. og 4. tíma fríggjadag. Næmingarnir fáa nýggja prentaða tímatalvu heim við mánadagin broytingin er eisini at síggja undir "Tímatalvu" undir 4.a her á síðuni.
Gott vikuskifti :)
Kh.
Annika
-----------------------------------------------------------------------------------------------------
08.01.2021
Kunning um viku 2 (11.-15. januar)
Vit eru í donskum byrjaði uppá skaldskapagreinini "Gys og grin" og lesa vit tí eitt brot úr bókini "Balladen om den forsvundne mumie", sum stendur í lesibókini. Vit skulu brúka uppgávuhefti til lesibókina og øll skulu tí hava tað við í skúla. Eisini skulu vit brúka eitt vannligt skrivihefti til danskt, so havið eitt við í komandi viku.
Í støddfrøði hava vit arbeitt við kapitlinum "At leggja saman og draga frá" og verða vit liðug við henda kapittul í komandi viku. Í komandi viku fara vit eisini at arbeiða við ymiskum venjingaruppgávum á emat í skúlanum.
Í søgu arbeiða vit í løtuni við víkingatíð og halda vit áfram við hesum evni nakrar vikur afturat.
Í kristni byrja vit uppá kap. 7, sum snýr seg um ymiskar persónar í Bíbliuni. Vit byrja við at lesa um Sámuel og Sául og Dávid.
Nøkur mangla lieal og viskileður. Kannið eftir at øll útgerð, sum skal brúkast er í pennahúsanum.
Gott vikuskifti :)
Kh.
Annika
-----------------------------------------------------------------------------
04.01.2021
Gott nýggjár ynskist tykkum øllum :)
Boð frá Musik Skúlanum!
Tey sum ganga til hornblástur hjá Trónda Enni og Jens Knudsen skulu taka ljóðførini við í skúla ímorgin týsdagin 5. januar.
---------------------
18.12.2020
Skrá í 4. flokki fram til jóla:
Týsdagin 15. des.
Kl. 8.00-10.00 Hugnaløtu í flokshølinum.
Kl. 10.00-11.30 Køk
Kl. 11.30-12.30 Venja og framføra sangir til upptøkur í Salt. Bussur koyrir børnini heim.
Ónsdagin 16. des.
8:00-12:00 greytadagur og hugnadagur
Tórsdagin 17. des.
Kirkjugongd – møta kl. 9:45 í Tvø. skúla, fylgjast í kirkju – heim kl. 11:00
Fríggjadagin 18. des.
Møta kl. 9.00 - 10.30 Jólahald í flokkinum. Jólafrí :)
Gleðilig jól!
--------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Kunning!!!!
---------------------------------------------
04.12.2020
Komandi vika verður jólaevnisvika á Tvøroyrar Skúla.
Havið matpakka/drekkidunk og vælútgjørt pennahús við, litir, saks, lím, blýantar, viskileður, lineal, spískara.
Vit hava arbeitt við søgum í donskum. Tey sum ikki blivu heilt liðug skriva søguna lidna heima til mánadagin inni á office 365.
Jólaevnisvika 2020
Yvurlit 4.a
4.a | Mánadag | Týsdag | Onsdag | Tórsdag | Fríggjadag |
8.00-8.30 | Í flokkinum | Í flokkinum | Í flokkinum | Í flokkinum | Møta 9.50 og heim 12.30 |
8.30-8.40 | Steðgur | Steðgur | Steðgur | Steðgur | |
8.40-10.20 | Køk AR/AT | Evn AJ/MD | Dans MS/EB | Smíð TG/JU | Meira kunning um henda dag seinni!!! |
10.20-10.40 | Steðgur | Steðgur | Steðgur | Steðgur | |
10.40-12.20 | Mynd MM/AE | Tónl TE-AN | Kemi Dá/HF | Hand AR/AT |
-----------------------------------------------------------------------------------------------
27.11.2020
Góðu børn og foreldur :)
Vit fara at hava pakkakalendara aftur í ár. Havið tí ein pakka við í skúla til gentu/drong seinast mánadagin 30. nov. Gávan má max. kosta 50 kr. um tit velja at keypa okkurt. Til ber sjálvandi eisini at geva okkurt, sum ein sjálvur hevur evna til.
Kh.
Annika og Súsanna
----------------------------------------------------------------------------------------------
16.11.2020
Foreldraviðtala mánadagin 23. nov.
Góðu foreldur
So er aftur tíð til foreldraviðtalur.
Vit hava valt at hava tær mánadagin 23. nov. Um onkur ikki fær møtt, sigið so frá. Vit hava sett 10 min av til hvønn næming hjá hvørjum lærara.
Tíðirnar eru eftir nær tit koma inn til mín, Annika. Eftir tað fara tit víðari til Súsonnu.
13.30 Andreas
13.40 Hans Hendrik
13.50 Ida
14.00 Elin
14.10 Talita
14.20 Smilla
14.30 Paulina
14.40 Finnur
14.50 Femja
15.00 Kristian
15.10 Ísak
15.20 Emma
15.30 Boas
15.40 Lukas
15.50 Christian
16.00 Ravnhild
----------------------------------------------------
13.11.2020
Góðu foreldur
Í støddfrøði fara vit undir at gera okkara ítasta at venja tabellirnar fram til jóla og eg vil heita á tykkum foreldur at verða ein stórur partur av hesum arbeiði.
Í 4. flokki er tað sera sera umráðandi at tabellirnar eru uppá pláss, tí vit koma at brúka tær alla tíðina. Tað er sera orkukrevjandi og møtumikið at rokna á 4.floks støði og ikki duga tabellirnar. Nú verður torleikastigi eitt vet hægri og tí mugu teir grunnleggjandi førleikarnir verða uppá pláss.
Allir næmingar hava fingið ein brúkara til emat.dk og inni á hesari heimasíðu ber til at venja tabellirnar. Tá vant verður, inni á emat.dk, ber til at taka tíð av hvussu langa tíð ein brúkar uppá at koma ígjøgnum tær ymsu tabellirnar. Til ber at royna so ofta sum ein hevur hug.
Næmingarnir hava fingið eina metbók at skriva sínar bestu tíðir í, tvs. um ein hevur vant 2-tabellina 5 ferðir á emat, so skal tann besta tíðin av teimum fimm umførunum skrivast niður í metbókina. Tit foreldur skulu eftirfylgjandi skriva undir og á tann hátt vátta úrslitið. Á henda hátt fer ein at síggja at ein gerts skjótari til tabellirnar við at venja tær.
Allir næmingar hava eisini fingið eina tabeltalvu heim við at eiga og hon skal ikki brúkast í skúlanum. Vit nýta ikki tabeltalvur tá vit rokna, tí tabellirnar skulu dugast uttanat og tað lærir ein bara við at venja og brúka tær. Tískil vil eg heita á tykkum heima at í størstan mun gjørligt ikki at taka tabeltalvurnar fram at hjálpa sær við tá skúlating skulu gerast. Brúki tabeltalvurnar at venja tabellirnar uttanat og ikki annað!
Venjið frá 1- tabellina og til og við 10-tabellina til týsdagin. Minnist til at skriva í metbókina og at undirskriva fyri hvørja tabel.
Kærastu heilsur
Annika
-------------------------------
Góðu foreldur
Mín jólabók 2020 er ein bók við søgum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman í køldu, myrku tíðini upp undir jól. Allir næmingar í 4. - 7. fl. hava fingið eitt ark við í taskuna, har á stendur, hvussu tú gert, um tú ynskir at keypa bókina.
Vinarlig heilsan
Turið
05.11.2020
Hey tit øll :)
Vit eru nú liðug við at gera støddfrøðisfilmar um evnið "Brot". Allir bólkar megnaðu væl at loysa uppgávuna. Uppgávan var í bólki, at greiða frá og vísa hvat brot er. Tá tey skuldi fyrireika filmin, vóru tey biðin um at hugsa um hvussu ein kann greiða einum í 1. flokki frá um brot.
Tey vóru sera røsk til at samstarva og tey gingu høgt uppí at loysa uppgávuna til fulnar. Endamálið var at fáa tey sjálvi at seta orð á hvat brot er. Tí tá ein skal greiða frá, tá noyðist ein at hava skilt til fulnar. Sostatt var tað als ikki tann filmtekniski parturin, sum var høvuðsendamálið, men tilgongdin/processin.
Vit koma ikki at vísa hesar filmar fyri nøkrum øðrum enn næmingunum í flokkinum. Og tað eru bert teir bólkar, sum hava hug at deila sín film við floksfelagarnar, sum vísa sín film.
Í dag eru vit byrjaði uppá nýggju roknibókina og 1. kap. snýr seg um heil tøl. Sum áður nevnt, so er hetta ikki ein einnýtis bók og tí verður arbeitt í roknihefti afturat bókini. Tað hevur stóran týdning at tað verður vant beinanvegin, at hava góðan ordan í heftinum. Til hetta arbeiði krevst at hava góðar og spískaðar blýantar, viskileður og lineal. Eisini eru litir, træ ella tusch, ein neyðugur partur av skúlaútgerðini.
Leggið til merkis at broytingar eru í tímatalvuni. Vit koma at hava støddfrøði og søgu ónsdagar 1. og 2. tíma og kristni 3. og 4. tíma fríggjadagar. Hetta verður galdandi frá komandi viku og ikki ímorgin!!
Gevið gætur, at lektiucafé er týsdag og ónsdag. Hetta er eitt upplagt høvið hjá øllum næmingum at gera sínar letiur og fáa hjálp frá lærara til sínar lektiur, áðrenn tey fara til hús ella frítíðarítriv. Tit síggja yvurlit yvir allar tímar, orkesturvenjing og lektiucafé inni á tímatalvuni hjá 4.a her á síðuni :)
Kærar heilsur
Annika
jun. 2023