Fríggjadagin 19/3 fara vit at planta inni. Havið fleiri pottar við, um tit eiga onkrar liggjandi.
Vanlig undirvísing verður tveir teir fyrstu tímarnar.
09.03
Góðu foreldur
Nú børnini eru liðug við bókstavirnar, fara vit undir nýggjar bøkur. Hetta eru lesi- og stavibøkur við smáum fyrisagnum í, og er ætlanin, at tey skulu hava tvær um vikuna. Tað verður skrivað inni á vikuætlan, nær tey skulu lesa upp á.
Vh Jonleyg
23.02
Hetta er bert ein lítil áheitan til foreldur um at hjálpa børnunum at minnast til pennahús og bøkur.
Eisini vil eg siga, at tað er ikki eitt gott hugskot, at næmingar hava leikur við í skúla, tí at tað órógvar
teirra hugsavning, og elvir ofta til klandur.
Tað sama er galdandi fyri telefonir og telefonur. Eg mæli til, at næmingar bara hava telefon við í skúla, um tað er hægst neyðugt.
12.02
Tunnusláttur mánadagin 15.02 í Trongisvági
Møta sum vanligt kl. 08.00 til morgunsang. Onga skúlatasku, men hava matpakka við.
Farið verður upp á gólv eftir morgunsang. Siður er, ikki at kvøða í grýluklæðum.
Tey, ið ynskja at verða grýluklædd, kunnu skifta og mála til kl. 09.30. Síðan verður etið og fríkorter.
Klokkan 10.00 byrjar tunnuslátturin. Øll tunnan skal niður.
Skúladagurin endar kl. 12.00
Frídagur er týsdagin 16.02
09.02.2021
Góðu foreldur!
Foreldraviðtalur eftir avtalu verða mánadagin 15.02 frá kl. 13.30 Tey ið ynskja viðtalu, kunnu ringja til mín á tlf. 282881
04.02.2021
Góðu foreldur
Nøkur børn hava fingið " Fínu bók" heim við. Ynskiligt er, at tey skriva 2 síður hvønn dag.