Skrivað mánadagin 8/3-2021
Páskaroyndirnar eru á skránni í komandi viku
Mánadagur: Vanlig undirvísing
Týsdagur: Støddfrøði
Ónsdagur: Føroyskt
Tórsdagur: Danskt
Fríggjadagur: Enskt
Tórsdagur 4. mars 2021
Boð frá leiðsluni:
Skrubb
Góðu foreldur !
Skúlin skal hervið boða frá, at vit hava fingið tvær fráboðanir um skrubb. Orsøkin til at børn, ungfólk ella vaksin fáa skrubb, er at ein hevur fingið eina skrubbmottu á seg. Øll kunnu fáa skrubb, og tíverri fer skrubb ikki burtur av sær sjálvum, men skal viðgerast beinanvegin.
Vit heita á tykkum foreldur um at lesa faldaran frá Gigni og at venda tykkum til kommunulæknan um ivamál eru. Hevur barn tykkara fingið staðfest skrubb, sigið so skúlanum frá alt fyri eitt.
Meira kunning fæst við at lesa faldaran frá Gigna:
http://vestmannaskuli.fo/images/Tilfar/Skrubb.pdf
Vh Leiðslan
Skrivað 2. mars 2021 (AE)
Foreldraviðtalur eftir egnum ynski
Tykur, næmingar og foreldur, kunnu nú biðja um eina eyka foreldraviðtalu við flokslærara og/ella aðrar lærarar í toyminum. Hesar viðtalur verða mánadagin 8. mars. Um tykur vilja taka av, vinarliga sigið mær frá í seinasta lagi tórsdagin 4. mars 2021. Hetta er sjálvandi onki krav, og um tað ikki liggur fyri nú, eru tykur sjálvandi altíð vælkomin at seta tykum í samband við meg og/ella skúlan. u
Kunning um Miðnáms- og Heilsuskúlan
Umboð fyri Miðnámsskúlan koma at greiða frá tórsdagin 4. mars (í 3. tíma)!
Umboð fyri Heilsuskúlan koma at greiða frá týsdagin 9. mars (í 3. tíma)!
Skrivað 6. januar 2021 (AE)
Mánadagin møtast okur í floksstovuni klokkan 8!
Luttøka í kapping hjá SSP er á skránni!
Skrivað 30. januar 2021 (AE)
Januar er longu um at vera av, og starvsvenjingin nærkast. Komandi tvær vikurnar eru vanlig undirvísing (eftir tímatalvuni), um ikki onnur boð verða givin.
Starvsvenjingin er næstan komin á pláss; onkur einstakur manglar enn at fáa váttað sítt starvsvenjingarpláss. Hetta verður vónandi á pláss fyrst í komandi viku.
Starvsvenjingin er - sum kunnugt - frá 15.-26. februar 2021.
Skrivað 3. januar 2021 (AE)
GOTT NÝGGJÁR :-)
Vónandi hava tykur øll havt eini góð og hugnalig jól og eru komin væl inn í nýggja árið! Okur byrja - sum kunnugt - aftur í morgin, mánadagin 4. januar 2021, við vanligari undirvísing. Minnist altíð til at boða frá, um tykur av onkrari orsøk ikki kunnu møta í skúla! Síggjast :-)
krivað 5. desember 2020 (AE)
Desember í 10. flokki :-)
Komandi dagarnar er bæði álvara og gaman á skrá. Okur byrja mánamorgun við verkætlanarfyrireiking. Øll møta klokkan 08.00 til 11.15, tá steðgur er, til eSport byrjar klokkan 11.45. Er onkur, ið skal við bussinum klokkan 11.00 (og sum ikki hevur eSport), fer tað nokk at bera til :-) Skrá og nærri kunning er send næmingunum!
Skrá og nærri kunning er send næmingunum!
Skrivað ónsdagin 25. november 2020 (AE)
Foreldraviðtalur
Foreldraviðtalur verða hildnar mánadagin 30. november 2020.
Klokkan | Næmingur |
---|---|
15.30 | Julia, Rakul, Shanice |
16.00 | Olivur, Andreas |
16.30 | Bjarta, Naina, |
17.00 | Eir, Vár, Martin |
17.30 | Sandra, Sarita, Róa |
18.00 | Benjamin, David, Bartal |
Vinarliga sigið frá, um tykur ikki møta (tykur kunnu sjálvandi býta um tíð tykra millum). Næmingarnir eru vælkomnir við!
Serligur dentur verður á starvsvenjingina, ið verður í februar 2021, umframt framtíðarætlanir. Tískil vóni eg at síggja umboð fyri allar næmingar; eisini teir, ið ikki hava enskt og danskt (ið eru mínar lærugreinar í flokkinum). Winnie (føroyskt og køk) verður eisini við til viðtalurnar.
Vinarliga
Annika, flokslærari (tlf. 22 29 20)
Skrivað ónsdagin 21. oktober 2020 (AE)
Myndatøka og næmingaráðið
Sum kunnugt er myndatøka í morgin, tórsdagin 22. oktober. Næmingarnir hava fingið brævbjálva við upplýsingum við heim. Myndatøkan er klokkan 11.45, og tað er týdningarmikið, at allir næmingar eru í skúla ásettu tíðina!
10. flokkur hevur valt umboð í næmingaráðið. Fleiri næmingar stillaðu upp til ráðið, og endin varð, at Bjarta og Andreas eru vald. Naina er varaumboð. Til lukku, tykur trý! Fyrsti næmingaráðsfundur er í morgin :-)
Skrivað sunnudagin 18. oktober 2020 (AE)
Vónandi hava tykur havt eina góða heystferiu! Okur byrja aftur í skúla mánadagin 19. oktober :-)
MYNDATØKA verður tórsdagin 22. oktober
Skrivað ónsdagin 7. oktober 2020 (AE)
Hesa vikuna hava okur vitjað flestu bygdir í Suðuroynni, og nú verður farið undir arbeiðið at gera dokumentarinnsløg. Okur arbeiða í morgin og fríggjadagin. Øll møta báðar dagar klokkan 08.00. Arbeiðið er í bólkum, so tað er týdningarmikið, at tykur boða frá, um tykur ikki kunnu møta.
Síggjast í morgin klokkan 08.00 :-)
Rundtúrur í Suðuroynni
Okur ætla at vitja so nógvar bygdir/býur í Suðuroynni, sum til ber mána-, týs- og ónsdag, og tórsdag og fríggjadag fara okur at arbeiða við tilfarinum, okur hava savnað saman og tikið upp fyrra part av vikuni.
Mánadag: Fámjin, Sandvík og Hvalba
Týsdag: Sumbiar- og Vágs kommunur
Ónsdag: Porkeri og Hov (Tvøroyri)
Tórsdag og fríggjadag: Arbeiða við dokumentsrfilmi (mgl. Tvøroyri víðari)
Okur møta hvønn dag klokkan 8 og enda umleið 12.30 (uttan ónsdag, tá sjóvinna fer í køkina eftir døgurðasteðgin)
GG! Filmsskeiðið í morgin er avlýst vegna broytta ferðaætlan hjá Smyrli!!! Vanlig undirvísing (tó er filmsbreytin avlýst av somu orsøk). AE
Skrivað ónsdagin 29. september 2020 (AE)
Filmsskeið og evnisvika
Í morgin, ónsdagin 30. september 2020 luttekur 10. flokkur á filmsskeiði (undantikin eru tey, ið fara við sjóvinnubreytini at vitja Delta). Skeiðið byrjar í 5. tíma og verður hildið á eftirskúlanum. Týdningarmikið, at tykur møta, tí tykur skulu brúka førleikarnar til evnisvikuna, ið verður skotin í gongd longu tórsmorgunin.
Tórsmorgun møta øll klokkan 08.00 til fyrireiking av evnisvikuni. Hendan dagin verða tykur deild í bólkar og fáa kunning um evnisvikuna. Síðan skulu tykur í bólkum fyrireika og fáa avtalur í lag til evnisvikuna. Hetta arbeiðið er í 4 tímar. Føroyskt er sum ætlað á tímatalvuni í 5. og 6. tíma.
Fríggjadagin 2. oktober er adventurebreyt!
Evnisvikan sjálv byrjar 5. oktober. Øll møta klokkan 08.00 allar dagar! Skúladagurin er til kl. 12.30 (undantikin er ónsdagurin fyri tey, ið hava sjóvinnu eftir middag).
Skrivað ónsdagin 23. september 2020 (AE)
Okur fara í morgin (í 3. tíma) at fyrireika evnisviku, ið verður vikuna áðrenn heystferiuna. Tískil møta øll í 3. tíma (ikki bara tey, ið annars hava danskt).
Skrivað týsdagin 22. september 2020 (AE)
Ítróttardagurin á Miðnámsskúlanum, ið skuldi vera fríggjadagin 25. september, er útsettur. Tykur frætta, tá dagurin kemur aftur á skrá!
Skrivað tórsdagin 17. september 2020 (AE)
Minnist til at velja næmingaráðsumboð! Sendið mær tykra atkvøður sum privatboð skjótast gjørligt!
Skrivað fríggjadagin 5. september 2020 (AE)
Fríggjadagin 25. september 2020 skipar Miðnámsskúlin fyri ítróttardegi, og tey bjóða - sum vant - 10. flokkunum í oynni við. Hendan dagin er ongin adventure-breytTykur fáa nærri kunning heilt skjótt.
Skrivað fríggjadagin 5. september 2020 (AE)
Kunning: Tímatalvan og foreldrafundur
Frá mánadegnum 7. september er vanliga tímatalvan galdandi, og allar breytir fara í gongd. Næmingarnir hava fingið tímatalvuna, og hon verður dagførd her á síðuni.
Ætlanin var at hava kunnandi foreldrafundin longu fyrstu vikuna, tá skúlin byrjaði aftur eftir summarfrítíðina, men - tykum kunnugt - er so mangt, sum er avlýst og útsett í hesum døgum, men nú er so aftur møguligt hjá okum at bjóða tykum foreldrum inn í skúlan. Tó verður hetta við tí avmarking, at hvør næmingur kann umboðast av einum foreldri/avvarðandi.
Kunnandi foreldrafundurin verður ónsdagin 9. september klokkan 17.00 í floksstovuni. Floksstovan er ovast í uttara enda (har, sum teldustovan var). Á skránni er kunning um 10. flokk og um ymsu lærugreinarnar.
Skrivað mánadagin 31. august 2020 (AE)
"Korona-skemaið" er framvegis galdandi. Fyribils hesa vikuna afturat.
Skrivað sunnudagin 23. august 2020 (AE)
Mánadagin 24. august 2020 sær tímatalvan soleiðis út:
Kl. 08.00 - 09.30: Føroyskt
Kl. 09.50 - 11.20: Støddfrøði
Kl. 11.45 - 12.30: Enskt
Kl. 12.30 - 13.15: Danskt
Kl. 13.25 - xx.xx: eSport
Grein á heimasíðuni hjá Tvøroyrar skúla um fyrsta skúladag hjá 10. flokki:
https://tvoroyrarskuli.fo/savn/fyrsti-skuladagur-hja-10-flokki
Skrivað týsdagin 18. august 2020 (AE)
?
VÆLKOMIN Í 10. flokk :-)
Okur hittast fyrstu ferð ónsdagin 19. august 2020, kl. 11.00.
10. flokkur er eitt øðrvísi ár, tí hóast skúlin er hin sami hjá flestu tykra, er skipanin ein onnur.
Allar lærugreinar eru vallærugreinar; bara tykur hava á leið 28 tímar, er tað tykra ábyrgd at velja tær lærugreinar og breytir, ið tykum tørvar ella hava hava hug til.
Tykur mynda skúladagin og skúlaárið saman við lærarunum og skúlanum.
Okur hava eina tímatalvu, sum er galdandi flestu vikur. Tó eru summir dagar og vikur, har annað er á skránni. Summi tiltøk eru afturvendandi, summi verða fyrireikað so hvørt, sum onkur fær eitt gott hugskot.
Hendan fyrsta vikan verður stutt. Skráin er hendan:
Ónsdagur 19. august 2020
Tórsdagur 20. august 2020, kl. 08.00
Fríggjadagur 21. august 2020, kl. 08.00
Okur gleða okum til hetta komandi skúlaárið :-)
Fríggjadagin 25. september 2020 skipar Miðnámsskúlin fyri ítróttardegi, og tey bjóða - sum vant - 10. flokkunum í oynni við. Hendan dagin er ongin adventure-breytTykur fáa nærri kunning heilt skjótt.
Skrivað fríggjadagin 5. september 2020 (AE)
Skrivað leygardagin 29.aug. (Jón)
Broyting verður í tímatalvuni mánadagin 31.aug., so tit hava støddfrøði kl.8.00 og føroyskt kl. 9.50.
jun. 2022